Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dannebrogsmaðurin í Smæruni

SKRIVAÐ: Dávur Winther (Orð og Myndir)  |  20.02.2019 - 21:16 Mentan Tíðindi

Í gjár hevði Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður ein sera hugtakandi og greiðan fyrilestur um Dannebrogemannin í Smæruni í Klaksvík – hetta í sambandi við Torradaganar.

Tað var huygaligt, at Smæran var um at vera ov lítil, so nógv fólk møttu - um 100 - at lurta eftir hesum fyrilestri um henda søguliga mann, sum hevur sett nógv spor eftir sær – Ja, Alfred eftirlýsti eisini um tað framtakssinni, sum Dannebrogsmaðurin sýndi í síni samtíð - føddur í Innistovu í Vági, hin 14. Jan. 1795 og doyði 12. nov. 1859 – enn var í Klaksvík.

Torradagarnir hava fingið høvi at endurgeva partar av fyrilestrinum hjá Alfred Olsen – og skal undirstrikast, at her er ikki allur fyrilesturin endurgivin, men brot:

 

Dannebrogmaðurin

Daniel Jacob Joensen, vanliga nevndur Dannebrogmaðurin,  var føddur í Innistovu í Vági, hin 14. Jan. 1795 og doyði 12. no. 1859, 64 ára gamal.

Hann var sonur Joen Danielsen, bóndan í  Innistovu í Vági, og Siggu Hansdatter,  av Trøllanesi.

Dannebrogmaðurin hevði 2 syskin – ein eldri beiggja, Hans Joensen, sum festi bóndagarðin í Innistovu og so systrina Onnu.

Dannebrogmaðurin veksur upp á garðinum, Innistovu og lærir har ymiskt viðvíkjandi landbrúki og tað, sum neyðugt er til lívsins uppihald og kanska meira enn tað, t.d. hvat er neyðugt fyri at økja um ríkidømi og vald.

Framtíðin sær ikki út til geva honum hvørki ríkidømi ella magt, sum næstelsti sonur á Innistovugarðinum, og veksur upp eins og flest allir dreingir tá í tíðini, við arbeiði av ymiskum slagi á garðinum. Tá ið hann er tilkomin, fær hann gott eyga á Karin, sum var dóttir Pól og Johannu Jacobsen, bóndafólk í Uppsølum, og tey gera av at giftast.

 

Fær gift seg til eitt festi

Her vísur Robert Joensen, í bókini Klaksvíkar Bygd í Søgu, at í samband við giftuna, vildi Dannebrogmaðurin, at nakað av jørð fylgdi við giftuni, og hann fekk verfaðirin, Pól bóndan í Stovugarðinum í Uppsølum, at geva teimum eitt gerði niðri í Trøllagili. – at fá eitt gerði tá merkti, at tey kundu brúka tað so leingi tey livdu, men tá tey doyðu, fell tað aftur til bóndan.

Tey giftast og hin 27. sept. 1817 eigur kona hansara Karin ein son, sum fær navni:   Joen Daniel-Jacobsen, men Karin sjálv doyr á barsilssong sama dag (bind 7 síða 17), hetta man hava verið  ein skelkur fyri Dannebrogmannin, sum nú situr sum einkjumaður við einum nýføðingi, og tað mest vanliga tá íð tíðina, var at móðurloysingar sjálvdan komu undan við lívinum.

 

Ríki-Jákup

Men nú er tað so heldugt, at ein kona í Gerðum gevur bróst og kann eisini geva lítla Joen daniel-Jacobsen mjólk frá sær, og tað viðførir, at Dannebrogmaðurin sum nú er einkjumaður, og er bróðursonur Annu, konu Ríka-Jákup, ferð niðan til ríka Jákup, bóndan í Gerðum, og spyr um sonurin kann fáa loyvi til at vera har, og samstundis biður hann Ríka-Jákup um at vera gubba hjá syni hansara, lítla Joen Daniel- Jacobseb og fekk játtandi svar, tí ein mánað aftaná hetta, sigur Dannebrogmaðurin frá, at sonurin býr hjá honum í Vági, men er í løtuni í Gerðum, “til opamming”.

Um hetta mundið, er lítið av fólki í Gerðum, men í Gerðum er ein stórur garður, sum Løbner lýsur í 1813, at vera 12 merkur og 6 fylling av kongsjørð, heilar 11 ognarmerkur, og har eru 11 neyt og 388 áseyðir, umfram nógv ogn og pengar, so bóndin Jákup, verður ikki av órøttum róptur fyri Ríki-Jákup. 

Ríki-Jákup var sonur Jógvan, bóndan í Niðristovu, sum bjargaðist á sjálvsaman hátt við at grava seg undan skalvalopinum eftri 2 døgum og fór einsamallur til Uppsalar, men seinni var kona hansara bjarga undan skalvinum á lívi og 1 ár seinni hin 29. apríl 1766, átti hon ein son, sum fekk navnið Jákup, sikkurt eftir beiggja sínum og bleiv seinni betur kendur sum Ríki-Jákup.

 

Guðsonurin hjá Ríka-Jákup

Og mangar søgur ganga um, hvussu Ríki-Jákup plagdi at sita og strýka rokanum av stóra koparpottinum, ið var fullur av specialdálum.

Jákup og Anna vóru rík uppá á pengar, ognir og jørð, men tey fingu ongi børn, tey vóru barnleys, og tey eru  nú blivin eldri fólk og sikkurt fegin um, at Dannebrogmaðurin letur sonin vaksa upp hjá teimum í Gerðum.

Robert Joensen heldur tó, at tað er spekulanturin Dannebrogmaðurin, sum biður Ríka-Jákup hugsa um guðsonin hjá sær, tá tann tíðin kemur, tá tey skulu leggja frá sær, og tað má sigast at tey gjørdu, tí longu hin 21. august í 1824 skriva Jákup og konan Anna eitt testamenti, sum sigur, at tá tey leggja frá sær, so skal Joen Daniel-Jacobsen vera einaarvingi eftir tey.

Men bert 4 á seinni eru bæði konan Anna og Jákup deyð – Jákup doyr í 1828 – og Joen Daniel-Jacobsen arvar nú,  bert 11 ára gamal, (eins og Ríki Jákup) ein garð sum er 11 merkur kongsjørð, eini 8 merkur í ogn, hús og næstan alt eftir Jákup og Annu.

Men lítli Joen er bert 11 ár, og ómyndugur og tí verður tað pápi hansara Dannebrogmaðurin, sum í 1828 kemur at vera festari í Niðristovugarðinum, í Gerðum og sostatt blívur ein stórbóndi, ríkur og við nógvari magt.

 

Alment virksemi til Klaksvíkar og Dannebrogmaðurin

Dannebrogmaðurin smæddist ikki burtur í tí almenna rúminum, og stríddist fyri at fáa alment virksemi til Klaksvíkar:

 

Skúlin:

Tá Tillisch, amtmaður royndi at fáa skúlar settar á stovn ymsar staðir í Føroyum, var Dannebrogmaðurin forsprákari til at fáa skúla í   Klaksvík, og limur í skúlakommissiónini og var settur á stovn í 1832 og naka seinni var skúlin bygdur í Gerðum, men var niðurlagdur í 1849 og so ganga umleið 20 ár, áðrenn skúlin verður aftur og bygdur Undir Heygum, við Skrivaragryftina í 1876/770unum.

 

Handilin.

Dannebrogmaðurin var eisini tann sum stríddist fyri at fáa eina deild av Einahandlinum í Klaksvík, og var tann sum lat hann upp í einum skúri í 1837 og var eina av teimum sum ynsktu at vera parteigari av handlinum, men tað slapp han ikki, og aftru her vísti tað seg, at Dannebrogmaðurin var millum teir ýtastu at fáa einahandilin avtiknan og at fáa fríhandil.

Tá einahandilin verður settur á stovn í í Waag í 1838 og fyrstu tíðina handlaði út frá einum “skúri” var tað “Dannebrogmaðurin” sum stendur fyri hesum handilsátakið, meðan Gamla Pakhús var bygt í 1837/38, síðani verður Nýggja Pakhús  bygt í 1847 og í 1896 blivu hesi bæði pakkhúsini samanbygd.

Dannebrogmaðurin var fyrsti maðurin í Norðoyggjum sum fekk sær handilsloyvi og eftir hann fekk sonurin Jóhan Ziska sær handilsloyvi og handlaði á Ziskatrøðni til hann fór falit.

 

Prestagarðurin. 

Dannebrogmaðurin var undangongumaðurin fyri at flyta prestin úr Ónargerði á Viðareiði, til Klaksvíkar, t.d. tá Kofoed prestur kom, og í 1853 stóð hann á odda fyri at prestasetri var flutt til Klaksvíkar, og hann ætlaði at prestur skuldi fáa eina stóra trøð, “Ziskatrøð” uppá 2 merkur, til prestasetur, og vendi sær til hinar bygdirnar, men fekk lítla undirtøku fyri hesum.

Hann skrivar síðani til Jørgensen próst, um at flyta prestin av Viðareiði til Klaksvíkar, og vísur á, at prestarnir í gomlum døgum búðu í Klaksvík (Waag) við tað at prestar fyrr høvdu allan Myrkjanargarð og 2 merkur av Gerðagarði í festi umframt prestagarðin á Viðareiði. At prestar høvdu fleiri garðar var ikki ávanligt, t.d. próstur á Nesi, hevði ein garð í Oyndarfirði, umframt prestagarðin á Nesi.  

Men tað hendur onki við hesum meðan “Dannebrogmaðurin” er á lívi, men í 1927 nevnir Jákup Dahl, fyri kirkjuráðunum í Norðoyggjum, 3 møguleikar: 1) at býta Norðoya prestagjald  sundur í 2 við 2 sóknarprestum. 2) at seta kallskapellan í Klaksvík og sóknarprest á Viðareiði. 3) at prestabústaðurin verður í Klaksvík í staðin fyri í Ónagerði.

Alt hetta endar við, at at ein nýggjur prestagarður verður bygdur á Ziskatrøð í 1931 til kallskappilan, men hin 27. September 1934 var hetta gjørt til sjálvstøðugt prestagjald. 51 ár eftir at undangongumaðurin “Dannebrogmaðurin” fór undir ætlanina at hava  prest í Klaksvík.

 

Løgtingið:

Tá ið Løgtingið var endurreist í 1852,  gjørdist Jógvan, sonur Dannebrogmannin, tingmaður í 1854. Men í staðin fyri at gleðast um sonin, so helt Dannebrogmaðurin, at hetta var ein ov stór æra fyri sonin og helt tað vera ørt, at ein slíkur smádrongur (Jógvan var tá eini 35 ár) sat á Tingi, meðan pápin sat heima, og næstu tingsetu 1857 mátti Jógvan sita heima, meðan Dannebrogmaðurin fór inn á Ting 60 ára gamal og sat á Tingi til sín deyðadag í 1859.

Abbasonur hansara Jákup Joensen í Gerðum blívur tingamður í 1877 – 84 og hann blívur eisini riddari av Dannebrog.   

Nólsoyar Páll giftist í 1801 við Maren Malene Joensdatter Ziska (Zidtschen), sum var dóttir ein bónda á Borðoynni, sum endar við at hann gerst bóndi á Myrkjansoyrum í Klaksvík.

Gamli Ziska kom frá Bøðmen og tosaði eitt mál sum líktist norskum. 

Nær Daniel Jacob Joensen (Dannebrogmaðurin) fær riddarakrossin veit eg ikki, men í samband við Ziskatrøðna í 1845 umrøður Lunddahl hann sum Dannebrogmaðurin..

Eitt av nøvnunum sum Dannebrogmaðurin fekk sett á seg var “Sneisin” og kom hetta helst av, at hann var eins og sneis, sum vant alt uppá seg av størvum og umboðum, sum vóru nógv.

Saman umtikið má sigast, at Dannebrogmaðurin dugdi sera væl at orða seg og argumentera fyri sínum hugsanum .

Klaksvíkin gjørdist áhugaverd fyri fremmand skip, serliga aftaná at “Handilin” var bygdur í 1838.

 

-        Hetta sum brot úr einum sera áhugaverdum fyrilestri hjá Alfred Olsen í Smæruni í gjár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur