Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Fiskivinnutingið – hetta hildu flokkarnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2019 - 10:06 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Tiltakið var væl fyriskipað, og vertirnir báðir stýrdu kjakinum við hepnari hond. Tíðirnar vórðu væl yvirhildnar og fiskivinnutorgið byrjaði á slagnum sjey og endaði á slagnum níggju. Kjakið var væl siðiligari, enn tað hevur verið onkuntíð fyrr, men tað tóktist eisini at vera meira tamt. Men fyriskipanini og avviklingini feilti onki, og KvF kom heilt væl frá uppgávuni.

Í stuttum góvu flokkarnir til kennar hesar meiningarnar um ein framtíðarligan føroyskan fiskivinnupolitikk:

Fólkaflokkurin ynskir at avtaka uppboðssølurnar aftur beinanvegin, innanfyri 15 dagar eftir at hann er komin í Landsstýrið. Nýggjar menningarkvotur skulu ikki latast, men tey sum longu hava fingið, skulu varðveita tær. Veiðigjaldið skal minkast.

Sambandsflokkurin vildi umleið tað sama sum Fólkaflokkurin, og legði afturat, at tey sum vildu byggja nýggj skip, skuldu favoriserast, eitt nú við lægri tilfeingisgjaldi. Longu givnar menningarkvotur skulu gerast varandi, og flokkurin legði dent á at fáa ein “grønari” flota.

Javnaðarflokkurin vildi hava skipanina meira einfalda og lætta at skilja, men tók annars undir við teirri verandi fiskivinnuskipanini. Segði seg hava 17 atkvøður aftanfyri veiðigjaldið, uttan tó at nevna, hvørji tey 17 eru.

Sjálvstýri hevði helst tær mest radikalu meiningarnar á Fiskivinnutinginum. Serliga var tað viðmerkingin um, at menningarkvoturnar skulu takast frá teimum, sum hava fingið tær, tá tíðarskeiðið tær eru latnar fyri er útgingið, og latast verandi aktørum, sum vakti ans. Ynskir at bakka aftur til gomlu skipanina.

Tjóðveldi vil hava veiðigjaldið innført í hesum valskeiðnum og annars halda fram við verandi skipan. Menningarkvoturnar skulu gerast meira økisrættaðar enn áður.

Framsókn ynskti størri part á uppboðssølu, tóktist ikki vera heitur fyri menningarkvotunum og legði upp til nýtt samstarv ella at víðka tað verandi, og nevndi Sambandsflokkin sum ein møguleika.

Miðflokkurin helt at menningarkvoturnar raktu skeivt, tí onkrar verkætlanir sum hava gjørt stórar íløgur í nýmenning, fingu onki. Var ikki ímóti uppboðssøluni sum heild.

Serliga Bárður Nielsen fegnaðist um, at menningarkvotur vórðu falnar til Vestmanna, hóast hann segði seg ikki dáma mátan. Á sama hátt var Jørgen Niclasen ikki fyri at avtaka galdandi menningarkvotur. Onkursvegna tóktist tað ávirka, at Vágar og Vestmanna hava fingið, tí formenninir vóru báðir fyri at lata tær givnu kvoturnar gerast varandi. Her vóru teir ósamdir við Jógvan Skorheim, sum ikki vil endurnýggja tær, eftir at tíðarskeiðið er runnið.

Úr salinum komu 3 spurningar, nakað sum kanska vóru ov fáir, men var hetta vegna knappa tíðarkarmin uppá 2 tímar. Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, fýltist á at lógin ikki verður yvirhildin, men at manningarnar framvegis skulu gjalda uppboðssølugjald. Leggjast kann afturat, at tað eru 2 mánaðir síðani at Norðlýsið vísti á, at alt 2018 hevur manningin verið við til at goldið, og onki røkist fyri eini broyting.

Her var tað eitt sindur ógreitt, hvat løgmaður og fiskimálaráðharrin vildu. Meðan andstøðuformenninir hildu at tað ikki kann koma uppá tal at lóggeva arbeiðsmarknaðarviðurskifti, tóktust samgonguformenninir vilja bíða eftir gerðarrættarúrskurðinum í vón um, at hann var teimum til vildar, men teir vildu ikki beinleiðis siga, hvat teir gjørdu, um hann ikki ger. Teir vóru eftir øllum at døma opnir fyri møguleikanum at fara inn at lóggeva móti gerðarrættardóminum, um hann ikki var teimum til vildar.

Heri Vang á Norðsøka/Kallanesi spurdi samgonguformenninar, um hann skuldi tora at gera íløgur í skip nú, og nevndi eina røð av óvissum. Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hildu, at tað kundi hann væl gera. Seinasti spurningurin var frá Varðanum Pelagic, sum metti tað vera brot á treytirnar í lógini um Sjófeingi, at hansara fyritøka onga menningarkvotu fekk vegna tað, at hon hevur eitt móðurfelag. Her kann leggjast afturat, at aðrar fyritøkur, sum hava fingið menningarkvotur, eisini hava móðurfeløg í rygginum.

Orðstýrarin Jón Brian Hvidtfeldt helt seg kunna eygleiða, at panelið var í 2 vongum, har andstøðan var fyri seg og samgongan fyri seg, og at hetta ljóðaði til at fara at halda áfram eftir valið. Miðflokkurin og Framsókn vóru teir mest opnu flokkarnir fyri samstarvi tvørtur um andstøðu-/samgongumørk.

Tvey gjøgnumgangandi mótstríðandi argument vóru. Flestu fundarluttakarar vóru samdir um, at skipanin mátti gerast meira stabil, tí óvissan var skaðilig fyri vinnuna og forðar nýíløgum. Men samstundis løgdu fleiri doyin á, at skipanin má justerast leypandi og rættast inn í samsvari við royndirnar frá henni. Hetta at justeringar liggja í luftini, er sjálvsagt ikki nakað, sum gevur minni óvissu.

Alt í alt tykist Løgtingið, enn sum áður, at vera býtt í tveir nøkulunda eins stórar partar, og komandi løgtingsvalið fer tí at geva okkum ein vinnara og ein tapara. Onki røkist fyri nakrari breiðari semju.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár