Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ósemja um hvat skal henda við menningarkvotunum. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vilja varðveita tær, meðan Sjálvstýri vil avtaka tær. | Mynd: Dávur Winther

Skorheim skakkur av Fólkaflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2019 - 12:58 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Á fiskivinnutinginum mikukvøldið søgdu bæði formaðurin í Sambandsflokkinum og formaðurin í Fólkaflokkinum sum við ein munn, at teir ætlaðu at gera longu givnar menningarkvotur til varandi kvotur. Annar fór enntá so langt sum at siga, at “ongin við hetta borðið” fór at taka tær aftur. Her gjørdi hann tó rokning uttan vert, tí formaðurin í Sjálvstýri vil ikki endurnýggja nakrar menningarkvotur og vil heldur geva aktørunum, ið kvoturnar vórðu tiknar frá, rættindini aftur. 

- “Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi, at formaðurin í Fólkaflokkinum segði seg taka undir við at lata menningarkvoturnar halda fram”, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri. Sjálvur heldur hann, at menningarkvoturnar hava kostað serliga Norður- Eysturøkinum so nógv, at tær eiga at verða avtiknar, so skjótt loyvini ganga út.

Kvoturnar eru latnar fyri 1, 2, 3 ella 4 ár, og tær eiga ikki at verða endurnýggjaðar eftir tað, heldur formaðurin í Sjálvstýri. Hetta eru á leið somu treytir, sum verandi aktørar fingu, har eitt skeringsdato varð ásett til 1. januar 2018, og so visti ongin, hvat hendi eftir tað.  

Eisini formaðurin í Sambandsflokkinum róði framundir, at tað ikki ber til at taka rættindi aftur frá teimum, sum longu hava fingið. Her er Jógvan Skorheim ósamdur, og vísti á fiskivinnutinginum á, at kvoturnar eru ikki galdandi longur enn eitt ávíst tíðarskeið.

Sostatt er longu nú lagt upp til, at vinna andstøðuflokkarnir meirilutan til komandi val, er fyrsti knúturin í samgongusamráðingunum longu bundin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5