Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hví verður ikki lýst eftir stjóra til Klaksvíkar Sjúkrahús?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.02.2019 - 13:20 Politikkur Tíðindi

Tann 8. januar í ár boðaði Heri Ellingsgaard frá, at hann fer úr starvinum sum stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir 35-ára trúgva tænastu. Í fráboðanini sigur hann, at hann fer frá “til várs”, og leggur afturat at “Eg ivist onga løtu í at nógvir góðir klaksvíkingar eru sum fara at søkja starvið”. Í dag skriva vit 21. februar, men enn er ongin starvslýsing at hóma.

Verður hugt inn á heimasíðuna https://www.himr.fo/fo/um-radid/storv/ , so skuldi man roknað við at funnið eina starvslýsing eftir bæði stjóra til Klaksvíkar Sjúkrahús og eina eftir stjóra til Suðuroyar Sjúkrahús har. Ronnie Midjord hevur nevniliga eisini sagt seg úr starvi, tó nakað seinni. Men har leita áhugaðir umsøkjarar til fánýtis, tí har er ongin starvslýsing.

Hetta er rættiliga undarligt, tí Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur í 6 vikur vitað, at Heri Ellingsgaard fer frá, og fólk eru nú farin at spyrja, um alt man rugga rætt í aðalráðnum.

At seta eitt stjórastarv tekur tíð. Fyrst skal starvið lýsast leyst við freist uppá nakrar vikur. Síðani skal setanarnevndin hava nakrar vikur afturat at viðgera umsóknirnar og innstilla tann best egnaða. Og síðani skal tann nýggi stjórin setast inn í tingini av tí fráfarandi stjóranum. Tímaglasið hjá fráfarandi stjóranum er nú um at renna út, men enn sæst onki til, at prosessin at finna nýggjan stjóra í heila tikið er byrjað.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…
Nógvir skaðar í tryggum KÍ-sigri
Gamla Seglhúsið ov lítið