Lýsing
Lýsing
Lýsing

Afturhvarv – ein 100 ára ferð í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.02.2019 - 14:32 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Minnist tú tá fimm bakarí vóru í Klaksvík, bussin hjá Hjørleif, og Selin, sum sigldi millum Stengurnar og Kaikioskina? Og minnist tú eisini klik-klak, kassabuksurnar, Hopo, Straight Ahead, Ullebarr og AP-Radio?

Ein partur av Torradøgunum og 100 ára haldi Norðoya Sparikassa verður ein spennandi og øðrvísi fyrilestur við Andrassi Sólstein og Gunnari Nolsøe, sum – saman við sangaranum og tónleikaranum Jens Marna Hansen - fara eina 100 ára ferð í Klaksvík.

Tey 100 árini fevna yvir somu ár, sum Norðoya Sparikassi hevur verið virkin. Og sigast kann, at hetta tíðarskeiðið eru føroyingur farnir frá klippfiski til sushi.

Hesi farnu 100 árini er fólkatalið í Klaksvík fleirfaldað, býurin hevur verið raktur av heimsbardaga og læknastríði, vit fingu Christianskirkjuna, KÍ-Høllina og Svimjihøllina – og nú eitt endurnýggjað Spinnarí, skip og bátar í hópatali eru bygdir og keyptir til býin, havnaløgini eru útbygd, og fast samband er knýtt saman við meginlandinum, fyri bara at tríva í nakrar av hendingunum.

Í hesum 100 ára fyrilestrinum verður tú boðin við á eina ferð, har Andras Sólstein og Gunnar Nolsøe, tíggjuáraskeið fyri tíggjuáraskeið, lýsa Klaksvíkar søgu soleiðis, sum tú ikki áður hevur fingið hana lýsta.

Fríggjakvøldið 22. februar kl. 19.30        Spinnaríið

Afturhvarv við Andras Sólstein og Gunnar Nolsøe – ein 100 ára ferð í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…