Eyðun av Reyni hevur listaframsýning í Kringvarpinum
Várlig listaframsýning letur upp í Kringvarpinum í morgin
Forhøllin í Kringvarpi Føroya verður komandi vikurnar karmur um eina framsýning við málningum, sum Eyðun av Reyni hevur málað.
Í morgin letur listamaðurin upp framsýning við 15 málningum, sum Eyðun hevur málað í ár og í fjør.
Flestu málningarnir hava eitt frískligt og várligt dæmi. Við grovum strokum og sterkum litum málar hann málningar, har landsløg og bygdaløg hómast í einum spennandi litspæli.
Eyðun av Reyni hevur seinastu árini roynt aðra leið í málningum sínum, og henda framsýningin vísir eisini ein leitandi listarmann.
Framsýningin letur alment upp í morgin 22. februar kl. 16. Nýútbúni listfrøðingurin, Dagmar M. Winther, hugleiðir um listina hjá Eyðuni og Lea Kampmann framførir egin løg .
Hetta er fyrsta málningaframsýningin nýggju í forhøllini í Kringvarpinum.
Framsýningin er opin gerandisdagar frá kl. 09 til kl. 18. Leygardagar er opið frá kl. 10 til 14. Framsýningin er opin til 30. mars.