Lýsing
Lýsing

Tjóðveldi stillar upp til Fólkatingið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.02.2019 - 22:59 Politikkur Tíðindaskriv

Eykaflokstingið hjá Tjóðveldi hevur í kvøld samtykt, at stillað verður upp til komandi fólkatingsval

Tjóðveldi helt í kvøld eykafloksting á Hotel Hafnia í Havn. Støða skuldi takast til, um flokkurin skuldi stilla upp til fólkatingsvalið komandi, og um so var, hvussu stillast skuldi upp og eisini hvørji høvuðsmálini í valskránni skulu verða. Á skránni var eisini framløga, har Magni Arge, fólkatingsmaður, greiddi frá virkseminum hjá Tjóðveldi á Fólkatingi hesi skjótt fýra árini har Tjóðveldi hevur havt sæti á Fólkatingi.

Rættiliga nógv fólk møttu til eykaflokstingið. Lívligt orðaskifti og nógvir spurningar vóru eisini um arbeiðið hjá flokkinum á Fólkatingi, og um støðuna hjá flokkinum til spurningin, um stillast skal upp til Fólkatingið.

Eftir lívligt og gott kjak samtykti eykaflokstingið at Tjóðveldi skal stilla upp til komandi fólkatingsval. Samstundis varð heimild givin aðalstjórnini hjá Tjóðveldi at gera av, hvussu stillast skal upp, í samráð við økisfeløgini at gera av hvørji og hvussu nógv valevnini skulu vera, at gera valskránna lidna og at annars skipa øll praktisk viðurskifti, sum eru í samband við uppstilling fólkatingsvalið.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin