Lýsing
Lýsing
Lýsing

Afturhvarv – í kvøld kl. 19:30

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  22.02.2019 - 10:00 Mentan Tíðindi

Í kvøld kl. 19:30 í Spinnaríinum verður ein spennandi og øðrvísi fyrilestur við Andrassi Sólstein og Gunnari Nolsøe, sum – saman við sangaranum og tónleikaranum Jens Marna Hansen - fara eina 100 ára ferð í Klaksvík.

Minnist tú tá fimm bakarí vóru í Klaksvík, bussin hjá Hjørleif, og Selin, sum sigldi millum Stengurnar og Kaikioskina? Og minnist tú eisini klik-klak, kassabuksurnar, Hopo, Straight Ahead, Ullebarr og AP-Radio?

Tey 100 árini fevna yvir somu ár, sum Norðoya Sparikassi hevur verið virkin. Og sigast kann, at hetta tíðarskeiðið eru føroyingur farnir frá klippfiski til sushi.

Hesi farnu 100 árini er fólkatalið í Klaksvík fleirfaldað, býurin hevur verið raktur av heimsbardaga og læknastríði, vit fingu Christianskirkjuna, KÍ-Høllina og Svimjihøllina – og nú eitt endurnýggjað Spinnarí, skip og bátar í hópatali eru bygdir og keyptir til býin, havnaløgini eru útbygd, og fast samband er knýtt saman við meginlandinum, fyri bara at tríva í nakrar av hendingunum.

Í hesum 100 ára fyrilestrinum verður tú boðin við á eina ferð, har Andras Sólstein og Gunnar Nolsøe, tíggjuáraskeið fyri tíggjuáraskeið, lýsa Klaksvíkar søgu soleiðis, sum tú ikki áður hevur fingið hana lýsta.

Fríggjakvøldið 22. februar kl. 19.30        Spinnaríið

Afturhvarv við Andras Sólstein og Gunnar Nolsøe – ein 100 ára ferð í Klaksvík

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør