Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í morgin kl. 14: SEV - Grønar Føroyar

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.02.2019 - 13:00 Mentan Tíðindi

Í morgin kl. 14, í Spinnaríinum, fara Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og menningarleiðarin hjá elfelagnum, Terji Nielsen, at greiða frá grønu kósini, sum SEV og Føroya Landsstýri hava arbeitt við seinastu fimm árini, og hvørji næstu stigini verða.

Teir viðgera m.a., hvussu skilabest er at fara fram við grønum útbyggingum, pumpuskipanum, battarískipanum og orkugoymslum, umframt hvussu SEV áhaldandi heldur eyga við nýggjum møguleikum, so sum sjóvarfalsorku.

Samstundis hevur tað alstóran týdning, at øll stig, sum verða tikin, verða grundað á ein skynsaman búskap. Eisini er neyðugt at hjálpa brúkarunum at fremja orkuskiftið við grønum hita – og flutningsloysnum – t.e. hitapumpum og elbilum.

Í 2015, sum hevur verið higartil besta grøna árið, stavaðu 60 prosent av elframleiðsluni frá vatni og vindi. Síðani hevur grøna elframleiðslan ligið á umleið 50 prosentum um árið. Tó at battarískipanin í Húsahaga og aðrar tillagingar hava gjørt SEV ført fyri at fáa meira av varandi orku til høldar, so hevur vøksurin í elnýtsluni verið so stórur seinnu árini, at árliga grøna elframleiðslan ikki hevur verið uppi á 60 prosentum aftur.

Hinvegin er tað ikki óvanligt, at elframleiðslan einstakar dagar liggur millum 80 og 100 prosent úr vatni og vindi. Hákun Djurhuus og Terji Nielsen vísa í fyrilestrinum í Spinnarínum á, hvør grøna leiðin er frameftir, við støði í tí undirstøðukervinum, sum longu er lagt á elorkuøkinum.

 

Hvar: Spinnaríið

Nær: Leygardag 23. februar kl. 14.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…