Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í morgin kl. 14:30: Grønari flog- og ferðavinna

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  22.02.2019 - 14:30 Mentan Tíðindi

Atlantic Airways hevur undirskrivað sáttmálar um tvey nýggj Airbus A320neo flogfør, sum brúka 18 prosent minni brennievni enn nýggjasta Airbus 320 flogfarið, sum kom í flotan hjá føroyska flogfelagnum í 2016.

Nýggju neo-flogførini taka 174 ferðafólk, og sammett við fyrstu flogførini hjá Atlantic Airways, BAE 146, sum tóku 84 ferðafólk, kunnu nýggju flogførini flyta meira enn tvær ferðir so nógv ferðafólk á hvørjum túri, og tað við eini væl lægri brennievnisnýtslu pr. ferðafólk enn gomlu flogførini.

Jóhanna á Bergi hevur áður verið stjóri í Faroe Ship, sølustjóri hjá JFK og søluleiðari hjá Faroe Seafood, sum eru virkisøki, har grøni hugburðurin eisini hevur stóran týdning.

Á hesum seinasta Torradegnum setir hon við sínum royndum vinnuna og grønu kósina í ein yvirskipaðan samanhang.

Hvar: Spinnaríið

Nær: Leygardagin 23. februar kl. 14:30

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona