Lýsing
Lýsing
Ringt sýni í øllum dálkaða mjørkanum við Picadilly Circus undir The London Great Smog | Mynd: ThoughtCo

London´s Great Smog

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.03.2019 - 17:05 Tíðindi Veðrið

Nógv verður tosað um dálking av umhvørvinum – eisini dálking av lufthavinum. Dálkað luft kann hava álvarsligar fylgjur fyri umhvørvið og mannalív og heilsu.

Ein býur, sum ofta hevur merkt fylgjurnar av nógvari luftdálking, er London.

Íbúgvarnir í bretska høvuðstaðnum hava andað dálkaða luft í seg í nógvar øldir – heilt síðan 1200talið. Tíðliga fingu tey kol at brenna í køkinum og at hita húsini. Húsini stóðu tøtt, og býur vaks í stórum. Dálkingin øktist, og luftin gjørdist verri og verri at anda í seg.

Í Bretlandi eru viðurskiftini við vindi eitt sindur lík teimum her í Føroyum, so vanliga fór alt tað vandamikla osið við vindinum burtur frá London til onnur at anda í seg, og so merkti eingin har til nakað serligt.

Fyrst í desember í 1952 hevði verið ógvuliga kalt í Bretlandi í langa tíð, so fólk høvdu koyrt nógv kol í brenniovnarnar fyri at hita seg og húsini. 5. desember legði eitt hátrýst seg yvir landið, og so var tað logn í 5 dagar. Tað var ikki ein ond í luftini, og tann skitna tokan – saman við øllum sum har í var – hekk tung yvir allan býin.

Tann eitrandi mjørkin lammaði allan samferðsluna. Bussarnir fingu ikki koyrt, uttan at ein maður gekk famman fyri við lykt og vísti leið. Sjafførarnir sóu bert fáar metrar fram. Fólk til gongu máttu hava ein klút fyri nasar og munn.

Fólk í hópatali máttu fara á sjúkrahús við m.a. húðsjúku og andaneyð. Eingin ambulansa koyrdi, so máttu sjálvi finna fart. Ikki færri enn 150.000 fólk vóru innløgd, og eini 12.000 doyðu..

Seinast mongu árini hava tað ikki verið býir í vesturheiminum, sum hava ligið undir fygjunum av stórari luftdálking, tí strangar reglur eru gjørdar fyri útláti v.m. Ístaðin eru tað býir í Kina og India, sum hava ligið undir luftdálking frá koli, bilum og øðrum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald