Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heita og spilta ”breyðið”

SKRIVAÐ: Kári Thomsen  |  27.02.2019 - 05:16 Lesarabrøv Vinna

Óført at dygdarvøra tikin við húki verður seld beinleiðis til kundan í útlondum. Har er verunliga talan um heilsugóða føði, ið hevur øll tey evni í sær sum okkum tørvar. Men hvat gott er við alilaksinum, soleiðis sum Vilmund Jacobsen tekur til í grein á in.fo týsdagin 26.februar, lysti mær at vita.

Staðfest er allar staðir, eisini í øðrum londum har alivinna virkar í opnum nótum, at alilaksur er sera dálkandi fyri sjóumhvørvið, og næst eisini hevur lagt hald á ogn og rættindi hjá einstaka borgaranum at gagnnýta tað tilfeingið okkum er givið - bæði til matna og ikki minni sum frítíðarøki til sálarbót.

Besta matvøran, ið hevur kunna verið fingin til høldar í øldir, so at siga alt árið, er nú ikki mannaføði vegna alivinnuna. Talan er um seiðin, ið av øllum fiskasløgum hevur hægsta innihald av D-vitaminum. Henda edeliga fisk hava føroyskir og útlendskir spekulantar rænt frá landsins íbúgvum - við loyvi frá politikkarunum, og uttan at eitt klovið oyra verður veitt sum endurgjald.

Alilaksur, soleiðis sum vinna virkar, hevur ikki allarminsta feril av at vera burðardyggur. Góður matfiskur, sum t.d. svartkjaftur, verður grópaður upp úr sjónum og brúktur sum fóður, ið verður blandað við sterkt eiturfongdum plantugróðuri sum hveiti, GMO soya og raps. Petrokemisk litevni verður sett til fóðuri saman við sera vandamiklum konserveringsevni, afturat at líka so vandamikil lúsabasingarevni eisini eru í vøruni.

Umhvørviseiturevni sum dioxin, pcb´ir, hormonórógavandi evni, tungmetallir, heiluvágsrestir o.a. gevur, saman við nevndu heilsuvandamiklu evnunum, so avgjørt ikki eina matvøru, ið føroyingar og Føroyar sum fiskivinnutjóð skal verða errin av. Dálking frá tonsum av koparsulfat til impregnering av nótum legst sum dýna á botnin, afturat ovurstórum nøgdum at skarni og fóðurleivdum. Og mikroplast í nøgd millum 4 og kanska 12 tons rennur beint út í firðirnar og eitrar alt livandi.

ES matvørustovnurin EFSA hevur fyri stuttum endurskoðað sítt kosttilmæli til feitan fisk - íroknað alilaks - og hevur mælt til at minkað nøgdina av feitum fiski til matna frá 1,3 kilo um vikuna niður til góð 130 gram. Og mælt verður samstundis til at kvinnur við barni og smábørn sum heild, heilt gevast at eta feitan fisk - tí vandin fyri varandi og álvarsomum heilsuskaðum er ovurstórur.

Við feitan fisk er talan um fyrst og fremst alilaks, næst tunfisk, stóran og eldri kalva, og øll djúpvatnsfiskasløg - tí her mestan er talan um eldri fisk har umhvørviseiturevni hopa seg upp í fitini í fiskinum. Ungur feitur fiskur sum sild, makrelur, svartkjaftur, ansjosir og sardinir o.a. hevur bert smávegis nøgdir av umhvørviseiturevnum, og kann á ongan hátt samanberast við alilaks og eldri fisk.

Miðlar eru dag og dagligt frammi við skelkandi forsøgnum um støðuna í heimshøvunum. Veðurlagsbroytingar gera sítt til hóttanina á havumhvørvið - og dálking frá ídnaði á landi og ikki minni frá alivinnuni, gera sítt til at niðurbraðing av havumhvørvinum heldur áfram.

Eg skal loyva mær at mæla Vilmundi - og restina av miðlafólkunum - eisini í almenna KVF - at taka seg saman og gera nakað við hóttanina á framtíðina hjá teim ungu og teirra eftirkomarum - heldur enn blint at ganga ørindir fyri eina ídnaðargrein sum alivinnuna, ið ikki tekur allar minstu atlit til burðardygd, næst vísir fullkomna líkasælu fyri vernd av havumhvørvinum, og víðari vísir frá sær at gagnnýta best tøku tøkni, ið kann fyribyrgja áhaldandi niðurlaging á havumhvørið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund