Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaræðið fyri opnum skermi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  27.02.2019 - 23:47 Kykmynd Politikkur

Í dag vitnaði Michael Cohen fyri serligari kongressnevnd. Hann er maðurin, sum í tíggju ár var persónligi adokatur hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, og sum tók sær av persónligu viðurskiftunum hjá Trump áðrenn hann gjørdist forseti og eftir at Trump flutti inn í Hvítu Húsini.

EYGLEIÐING hjá jwj:

Eftir at hava sæð og hoyrt fleiri tímar av vitnisfrágreiðingina hjá Michael Cohen má staðfestast at lítil ivi er um at vitnisfrágreiðingin er ein bumba undir amerikanska forsetanum. Ikki so nógv vegna tað sum advokaturin fortaldi, men tí at hann legði dokumentatión fram, sum greit vísti at Donald Trump sjálvur og elsti sonur hansara hava framt lógarbrot eftir at Trump varð innsettur sum forseti.

Advokaturin legði m.a. fram dokumentatión sum vísti at eitt tað fyrsta hann fekk boð um at gera eftir at Trump varð fluttur inn í Hvítu Húsini var m.a. at senda út hóttanarbrøv til lærarar og starvsfólk í fólka- og miðnámsskúlum og til almennar stovnsleiðarar um tey á nakran hátt viðvirkaðu til at fjølmiðlar fingu innlit í karakterbøkur, skattaviðurskifti hjá forsetanum. Eisini vóru hóttanir send til fyrrverandi starvsfólk í amerikanska herinum sum kendu til hví Trump slapp undan at gera herðtænastu í Vietnám.

Hann hevur m.a. dokumentera at Trump gav boð um at rinda pengar frá einum sokallaðum vælgerandi grunni (sum Trump sjálvur hevur sagt seg onga ávirkan hava á)til eina pornostjørnu so hon tagdi um sambandi teirramillum, og samstundis gav advokatinum boð um at lúgva fyri konu forsetans um síðuspringi hjá Trump.

Men avhoyringin í kongressini vísti eisini at serligi kanningarstjórin Muller, hevur funnið ógvuliga tyngjandi prógv móti forsetanum sum longu hava ført til fongsuldómar til fleiri av nærmastu starvsfólkinkum hjá Trump.

Líkamikið hvat man heldur um Trump og amerikanskan politikk, er tað sjón fyri søgn at hóast amerikanski forsetin hevur nógva makt verður hann fyrr ella seinri noyddur at standa til svarts fyri amerikanska fólkinum.

Tað kunnu vit einans takka vælvirkandi og sterkum demokratiskum stovnum og fjølmiðlum sum megna at virka fyri gjøgnumskygni og persónum sum tora at standa maktmisnýtarum ímóti.

Elijah Cummings, sum er formaður fyri kongressnevndini, og sum stýrdi orðaskiftinum í nevndini, tók samanum og gav advokatinum, kongressini, amerikansku lógevarunum, embætisfólkunum, amerikanska fólkinum og Donald Trump eina moralska skorðflongju:
Sí her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað