Lýsing
Lýsing
Lýsing

Foreldur 1 og foreldur 2

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  |  01.03.2019 - 09:45 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Fólkaflokkurin hevur altíð og vil framhaldandi  byggja land okkara   á  góðu gomlu  føroysku kristnu grundvirðini. Grundvirðir, sum hava bygt okkara samfelag  ígjøgnum øldir.    Hjúnarbandið   millum mann og kvinnu, gudsóttandi  heimini og barnauppalingina  og  nei til fría fosturtøku.  

Vit vilja gera orðini hjá Jóannes Patursson til okkara: Boðar tú til allar tjóðir, æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móðir, so tær fylgir signing mín. Somuleiðis vóni eg, at  síðsta ørindi í tjóðsanginum  hjá Símun av Skarði framhaldandi kann blíva sungið í Føroyum.   Eg nígi tí niður í bøn til tín Guð, Hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága – av Gudi væl skírd – at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Samgongan sett kílar

Tjóðin skal savnast aftur. Hóast orð løgmans á fleiri Ólavsøkum um at standa saman og vera góð við hvønn annan,  so er tað ein sannroynd, at løgmaður uppá forhond útihýsti stórum parti av føroyingum, tá samgonga skuldi skipast. Hann útihýsti uppá forhond áskoðanum og ynskjum hjá stórum parti av  føroyingum.   Tað er eisini ein sannroynd, at  ongin samgonga, sum hendan hevur  klovið tjóðina.  Manningarfeløg, fakfeløg,  arbeiðsgevarar og reiðarar  eru sett upp ímóti hvørjum øðrum. Á etiska  økinum eru eisini  kílar settir.
 

Hjúnarbandslógin   

Mongd av føroya fólki  tóku ikki undir við broytingunum í hjúnarbandslógini.  At maður skal kunna giftast manni og kona skal kunna giftast  konu. Fólkaflokkurin ynskti at fáa hetta út til fólkaatkvøðu, so fólkið kundi tala, men samgongan tordi ella vildi  ikki  lata fólkið tala í hesum kollveltandi álvarsmáli. At samgongan kundi halda fram var meir umráðandi.   Hetta var ikki eingong eitt samgongumál,men bleiv koyrt ígjøgnum. 

Seinasta skotið á stammuni

Seinasta skotið á stammuni hjá eina samgonguumboðnum er,  at nú skulu fólk kunna skifta kyn løgfrøðiligt, um tey ynskja tað. Einasta treytin er, at tey skulu føla seg sum mótsatta kynið í 6 mánaðir. Tað nýtist ongin læknakanning,  psykologur,  ella nakað sum helst . Viðkomandi skal bara føla seg sum mótsætta kynið. Í  teoriini, kanst tú broyta kyn 2 ferðir um árið.

Hvussu hetta fer at ávirka og broyta samfelagið hevur ongan ella minni týdning. Tað  kemur í aðru rekkju.

Mongd av føroya fólki tekur heldur ikki undir við hesum uppskotinum.  Um hetta uppskotið eisini fer at verða samtykt , vil tíðin vísa. Tey tora kanska ikki at koyra hetta ígjøgnum áðrenn valið, men um sitandi samgonga sleppur at halda fram, so verður hetta óivað gjørt. Allarhelst tað fyrsta uppskotið. 

Slík mál,  sum hesi,  hava sett dagsskránna og hava fylt rættuliga nógv í politikkinum hjá sitandi samgongu. Saman við fríari fosturtøku, eru  hetta mál, sum ofta vísa seg at koma frá vinstravonginum. Øll á vinstravonginum taka tó ikki undir við hesum, men velja tey tó vinstravongin ?  

Eg vil staðiliga heita á fólk um at taka støðu til slík etisk mál og hugsa um tað, tá umboð skal veljast á løgting.   Eg vil heita á fólk,  um at minnast  álopið hjá sitandi samgonguni á siðbundna hjúnarbandið millum mann og kvinnu, tá umboð skal veljast á Føroya løgting. 

Hvat er í væntu?

Um sitandi samgonga sleppur at halda fram eftir valið, verður so  tað næsta uppskotið, sum verður   lagt fram á ting,  at avtaka orðini mamma og pápi. Ístaðin skulu vit innføra orðini   foreldur 1 og foreldur 2 ?

Hendan samgongan hevur fleiri ferðir so staðiliga prógvað, at ALT verður gjørt fyri at fáa atkvøður til meiriluta. 

Føroyingar hugsið um hetta.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði