Lýsing
Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini í samrøðu við Kringvarpið í august 2018 um menningarkvotur. | Mynd: kvf.fo

Sama metingarnevnd sum læt 7% sleppa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.03.2019 - 20:18 Politikkur Tíðindi Vinna

Ikki kann sigast, at menningarkvoturnar í fjør hepnaðust væl. Einans ein sættipartur (17%) av rættindunum vórðu fiskað, og metingar siga, at tilsamans mistu Føroyar fyri umleið 200 milliónir í virðum. Hetta er væl meira enn hvat varð vunnið innaftur við uppboðssølu.

Størstu broytingarnar í nýggju nevndini eru ikki at finna í samansetingini av nevndini. Hon er tann sama, burtursæð frá einum varalimi, sum ikki er við longur, og annars eru nakrir varalimir konverteraðir til fastar limir.

Hetta kann undra, tá ein hugsar um, hvussu illa tað hildnaðist í 2018. Fleiri fingu tillutaðar kvotur, sum ikki luku treytirnar. Fiskimálaráðið mátti tí senda fleiri ávaringar út, og menningarkvotan til Sandoynna bleiv enntá inndrigin. Menningarkvotan til Vágar mátti fáa undantaksloyvi. Summar verkætlanir høvdu útlendskan kapital í rygginum, meðan aðrar onki fingu, tí tær høvdu føroyskan kapital í rygginum. Og samanlagt fiskaðu allir menningarkvotu-móttakararnir einans ein brøkpart av tí tillutaða tilfeinginum.

8,5% blivu útlutað, men einans 1,5% fiskað. 7% av føroyska fiskatilfeinginum svam sostatt bara víðari.

Hetta eigur at reisa spurningin, um metingarnevndin veruliga hevur valt tær bestu umsóknirnar út í fjør. Og um hon hevur, um tað veruliga stendur so illa til við umsóknum. Lítið er at ivast í, at teir gomlu aktørarnir høvdu megnað at fiska tey 7%’ini.

Lógin sigur, at “í mesta lagi 8,5%” kunnu latast sum menningarkvota, og um ein skal vera bakklókur, hevði rætta talið fyri 2018 helst bara at latið 1,5%-2%. Ikki minst tá ½ ár var farið, áðrenn man í heila tikið byrjaði. Eisini í ár er Fiskimálaráðið heldur seint úti, og vit eru nú komin inn í mars, áðrenn viðgerðin av umsóknum byrjar. Rættast hevði verið at minkað menningarkvoturnar samsvarandi, so ikki eins nógv virðir fara til spillis.

Nú fáa vit so at síggja, um “nýggja” metingarnevndin hevur lært av sínum mistøkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár