Lýsing
Lýsing

Brexit: Gongur illa hjá Stóra Bretlandi at endurnýggja handilsavtalur

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  02.03.2019 - 09:42 Politikkur Tíðindi

Hóast amerikanski forsetin Donald Trump undan fólkaatkvøðuni um Brexit alment stuðlaði uppundir, at Bretland fór úr ES og lovaði bretum eina framúr góða og skjóta handilsavtalu um bretska fólki valdi Brexit, so hevur pípan fingið annað ljóð nú bretsku samráðingarfólkinii uttan stuðul frá hinum ES londunum sita einsamøll við samráðingarborði saman við stóra beiggja vestan Atlantarahavið.

Amerikanska samráðingarnevdin krevur fríða atgongd til bretska heima marknaðin og hettar fer at raka serliga bretska landbúnaðin og ídnaðin sera hart skriva AP, BBC og CNN.

Amerikanarar krevja millum annað at fáa loyvi at selja landbúnaðarvørur sum granskarar hava endurskapt við íleguídnaðinum og fríða atgongd fyri djóra kjøti sum er viðgjørt við kemiskum evnum sum í dag er bannað í Bretlandi vegna strongu ES lóggávu, men sum annars er loyvt at selja og fraleiða í USA.

Amerikanski forsetin hevur enntá hótt bretska premier ministaran, Teresu May, í samband við at bretska størnin samráðist við ES um verðandi avtalur skulu framhaldandi verða í gildi komandi tvey árini.
Donald Trump hevur sagt við Teresu May at undirskrivar hon hesa avtaluna við ES verður eingin avtala gjørd við Bretland.

Harafturat krevur USA at Bretland ikki ger lagaligar avtalur við Kina, sum amerika er í handilskríggi við.

Nú bert 27 dagar eru eftir til Bretland skal úr ES, eru samráðingar um handilsavtalur nærum uppsteðgaðar og Bretland hevur einans megnað at gjørt handilsavtalur við seks smá- ella mini lond, nevniliga:

Ísrael (18. februar)

Palistinsku sjálvstýrandi økini (18. februar)

Sweiz (11. februar)

Føroyar (1. februar)

Eystur- og Suður Afrika (31. januar)

Chile (30. januar)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing