Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ongar samferðsluútbyggingar eru gjørdar í Norðoyggjum hetta valskeiðið, og nú mugu norðoyatingfólkini í samgonguni bera skjótt at, um tey skulu hava nakað at vísa á til valið

Samferðsluætlanin – hvagar gongur leiðin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2019 - 21:30 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Hósdagin 7. mars leggur samferðslumálaráðharrin Heðin Mortensen samferðsluætlanina fram fyri Løgtinginum. Her fer hann helst eisini at greiða frá, hví tilmælini um Tunlar Norður um Fjall ikki verða fylgd.

Á internetinum hevur onkur gjørt vart við, at har er pyntað í so nógv uppá verandi umstøður. Í Samferðsluætlanini stendur, at tunlarnir Norður um Fjall eru 3,5 metrar breiðir. Kanna vit somu tølini hjá Landsverki, standa teir einans til at vera 2,8 metrar í breidd, og hetta samsvarar munandi betri við veruleikan.

Sosialurin pyntar eisini ríkiliga uppá veruleikan, tá hann í oddagreinini dagin fyri skrivar, at Hvalbiartunnilin longu er farin í gongd. Hetta er ikki rætt. Tvørturímóti bíða allar aðrar verkætlanir eftir, at hann fer í gongd, tí sagt verður, at tað ikki er gjørligt at gera nakran annan tunnil, hvørki Fámjinstunnilin ella teir Norður um Fjall, áðrenn komið er ígjøgnum til Hvalba.

Eisini skrivar blaðið, at tað ber ikki til at gera Dalstunnil og Fámjinstunnil samstundis sum hinar verkætlanirnar eru í gongd. Her tykist blaðið at hava gloymt, at tað júst var Henrik Old, sum lovaði at gera tveir tunlar samstundis. Tunnilstoymið skuldi bora til Fámjins, meðan privatur arbeiðstakari (her Articon) boraði til Hvalbiar. Men at Tunnilstoymið ikki er nakað boritoymi, tykist nú at vera greitt fyri øllum, og hetta útsetir so sjálvsagt verkætlanir nakað.

Ein útsøgn, sum av mongum í dag verður tikin sum ein sannleiki uttan at vera ein, er tann um, at tað einans er gjørligt at bora ein tunnil í senn. Hetta er sjálvandi ikki satt, men verður kortini endurtikið ofta.

Sum dømi kunnu vit nevna, at í 1976 stóðu bæði Norðskálatunnilin og Leynatunnilin í gerð. Í 1985 stóðu bæði Leirvíkartunnilin og Trøllanestunnilin í gerð. Í 2005 bæði Gásadalstunnilin og Norðoyatunnilin. Og bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin verða boraðir síðuleypandi við tunlar omanvert sjóvarmálan. At man bert ynskir at bora ein tunnil á landi í senn er eitt politiskt ynski og ikki nakað, politikararnir eru noyddir til. Hevði politiski viljin verið til tveir ella fleiri tunlar samstundis, so læt tað seg væl gera.

Landsverk hevur mælt til, at tunlarnir Norður um Fjall fáa fremstu raðfesting. Hetta er gjørt við støði í eini meting av ferðslutrygdini og óhappstíttleikanum. Árnafjarðartunnilin hevur hægsta óhappstíttleika, 4 ferðir landsmiðaltalið fyri óhapp í landinum.

Vónin til framløguna hjá samferðslumálaráðharranum er nú, at fólk norðanfyri fáa greitt at vita hví, hvat og nær:

-       HVÍ verður tilmælið frá serfrøðini um at raðfesta vandamiklasta strekkið ikki fylgt?

-       HVAT er ætlanin at gera við ferðsluna Norður um Fjall inntil tunnilin?

-       NÆR er ætlanin at byrja?

Her er umráðandi, at landsstýrismaðurin vísir fólki Eystan Múla virðing. Tey eiga ikki at fáa nakað lyfti, uttan so, at tað verður hildið. Lyftini, sum ikki verða hildin, eru longu givin, og tey eru ríkiliga mong í tali. Ætlar man ikki at raðfesta borgararnar Eystan Múla, skal landsstýrismaðurin vera maður fyri at siga tað. Tað er betri at tey fáa tað at vita, enn at tey fáa enn eitt vakurt lyfti, sum ikki verður hildið.

Spennandi verður at fylgja við í framløguni hósdagin. Higartil hava fólk einamest fingið tátur og burturforkláringar, so tað mest spennandi verður, um framløgan hevjar seg yvir tað.

Framløgan um Samferðsluætlanina kann geva tað fyrsta seriøsa boðið uppá tunlar Norður um Fjall, og skal tað vera okkara vón.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…