Lýsing
Lýsing

Bara dekkarar gjalda fyri skúla

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.03.2019 - 21:25 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera lógaruppskot, sum tryggjar, at okkara ungu fáa ókeypis trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum.

Uppskotið verður lagt fram í morgin, hósdagin 7. mars.

 

Viðmerkingar

Vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi eru útbúgvingarstovnar ókeypis fyri næmingin. Um ein gongur á Glæsi, er skúlagondin ókeypis, og eisini fær næmingurin lestrarstuðul. Um ein seinni fer á Fróðskaparsetrið, er sama galdandi.

Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa til skipsførara ella maskinmeistara, fær eisini skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina. Soleiðis kundi ein hildið fram at nevnt ókeypis skúlar.

Men um ein ungur vil til skips, er krav at hava trygdarskeið. Øll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn tey sleppa at mynstra. Men nú kemur ein stór rokning. Sitandi samgonga hevur longt um tíðina, sum trygdarskeiðið er, og somuleiðis er rokningin hækkað.

Um ein ungur vil til skips, skal hann rinda 6.500 kr fyri at sleppa á skúlabonkin, sum landið krevur av honum

Hví skulu sjófólk verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina. Tað er ikki rímiligt. Tí verður skotið upp, at okkara ungu fáa ókeypis Trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum. Vit eru hóast alt ein fiskivinnutjóð.

Í dag eru summir fólkaskúlar, sum bjóða næmingunum ókeypis ella partvíst ókeypis trygdarskeið. Spurningurin er, um ikki allir skúlar skuldu verið álagdir at bjóða næmingunum ókeypis trygdarskeið.

Seinnu árini hevur mangan verið trupult hjá fiskiskipum at fáa manning. Kravið um, at áhugaður skal hava lokið dýrt trygdarskeið, áðrenn mynstrast kann, eigur sín lut í trupulleikanum.

Uppskotið merkir eina útreiðslu fyri landið. Men tá hugsað verður um, at sitandi samgonga hevur fleirfaldað tilfeingisgjaldið, so fiskivinnan í ár skal rinda 300 milliónir kr. í landskassan, so er tað ikki meir enn rímiligt, at partur av hesum peningi fer til at geva okkara ungu ókeypis trygdarskeið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing