Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein heilsan til Fróða Lassen á 80 ára degnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  07.03.2019 - 12:20 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í 1967 Kemur Fróði Lassen til Klaksvíkar at arbeiða sum tannlækni. Ikki fyrr enn í 62 keypir kommunan nýggj tól til tvinnar tannlæknaklinikkir. Fyrstu fastbúgvandi tannlæknarnir í Klaksvík  komu higar í 1965, men hesi bæði hildu bert í eitt ár og fóru avstað aftur í 66. Harnæst kom uppaftur eitt annað danskt par, tey arbeiddu sum hitt fyrra parið við skúlabørnum um morgnarnar og við vaksnum seinnapart. Men eftir 3-4 mánaðir fóru tey aftur til Danmarkar.

Fróði Lassen arbeiðir í mong ár í hølunum hjá Kommununi í gamla Norðoya Banka, nú gamla Húsið.  Kommunan søkir seinni (helst í 74) eftir einum tannlækna afturat at arbeiða burturav við Skúlabørnum. Orsøkin til at kommunan søkir, er at nýggjar tannlæknastovur skullu gerast við nýggju fimleikahallirnar. Hetta dregur tó út og Bogi arbeiðir í gamla Norðoya Banka í eina tíð.

Í 1975 tekur Fróði Lassen tvær spildurnýggjar tannlæknastovur í nýtslu í kjallaranum í egnum húsum uppi í Gerðum. Her arbeiðir hann, saman við øðrum tannlæknum við hvørt og onkuntíð einsamallur ímeðan Bogi á Steig tekur sær av skúlabørnunum í tannlæknastovunum á skúlanum.

Í Klaksvík arbeiðir Fróði Lassen, til 1991 í egnum praksis. Tá flytir hann við húski til Týskalands har hann keypir sær eitt tannlæknapraksis tætt við Sveitsiska markið.

Fróði er og verður klaksvíkingur burturav. Hann var við í nógvum tað tíðina hann arbeiddi her, Millum annað var hann við í einum farmaskipi, “Sofía Lassen” og ikki minst sóu vit hann sera aktivan vetrarhálvuna tá kavin lá, hann var nevniliga ein av stovnarunum av Klaksvíkar Skíðfelag og gjørdi eitt stórt arbeiði har fyri børn og ung.

Vit á Norðlýsinum ynskja Fróða hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum sum var í gjár 6. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund