Lýsing
Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólkum. Frá vinstru Øssur Winthereig, Elin Mirjamsdóttir, Jón Brian Hvidtfeldt, Beate L. Samuelsen, Uni Arge | Mynd: Felagið Føroysk Miðlafólk

Føroysk Miðlafólk verjir opinleikan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  09.03.2019 - 22:07 Mentan Tíðindaskriv

Umframt at verja og røkja áhugamálini hjá limunum er uppgávan hjá Føroyskum Miðlafólkum at styrkja miðlalandslagið. Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin skipað seg og fer nú til verka. Felagið heitir á løgtingið um ikki at skerja innlitið í almennu fyrisitingina.

Føroysk Miðlafólk hava á fyrsta fundi eftir aðalfundin um vikuskiftið skipað nevndina. Jón Brian Hvidtfeldt heldur fram sum formaður, og Øssur Winthereig heldur fram sum næstformaður. Uni Arge er skrivari, Elin Mirjamsdóttir kassameistari og Beate L. Samuelsen nevndarlimur. Tiltakslimir eru nú Jens Hákun Leo og Jens Kristian Vang.

Føroysk Miðlafólk hevur sáttmála við privatu fjølmiðlarnar, men felagið hevur eisini fleiri limir í starvi í Kringvarpinum, umframt at fleiri fríyrkisfólk eru limir í felagnum. Sáttmálin á privata miðlamarknaðinum gongur út 1. november, og ein av uppgávunum hjá nýggju nevndini verður at samráða seg til ein nýggjan og tíðarhóskandi sáttmála.

Føroysk Miðlafólk virka sum eitt fakfelag fyri allar sínar limir. Fremsta uppgávan hjá felagnum er at verja og røkja áhugamálini hjá limunum. Felagið sær tað eisini sum sína uppgávu at vera við til at styrkja og menna føroyska miðlalandslagið, styrkja fakliga umhvørvið og skapa so góðar arbeiðsumstøður fyri journalistar sum tilber.

Aðalfundurin hjá Føroyskum Miðlafólkum umrøddi tvey aktuell mál, ið skerja opinleikan í almennu fyrisitingina.

Felagið heldur tað hava týdning, at Føroyar eru ein tjóð, sum virðir opinleika, gjøgnumskygni og fólkaræði í breiðasta týdningi. Tí vil felagið stríðast ímóti øllum teimum inntrivum, sum skerja møguleikarnar hjá borgarum og fjølmiðlum at hava eftirlit við, hvussu politiska valdið og fyrisitingin umsita veljarans álit.

Eitt aktuelt dømi er ætlanin hjá Fiskimálaráðnum at skerja lógina um alment innlit í mun til lógina um sjófeingi, ítøkiliga í sambandi við menningarkvoturnar. Tað má vera ein sjálvfylgja, at borgarar og miðlar fáa fult innlit í, hvussu ogn Føroya fólks verður umsitin og útlutað. Annað aktuelt dømi er, hvussu formansskapurin í løgtinginum hevur tikið aftur møguleikan at fáa innlit í, hvussu løgtingslimir brúka tær 30.000 krónurnar, sum tey á hvørjum ári fáa til førleikamenning.

Føroysk Miðlafólk heita tí á Føroya Løgting um at virða opinleikan og verja fólkaræðið, so borgarar hava fullgóðan møguleika at hava eftirlit við, hvussu skattaborgarans peningur verður brúktur og landsins virði umsitin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SEMJA í málinum um setan av forstjóra og…
Borgar­stjó­rin fegnast um nýggja graslíki…
Graslíkið tikið av
Open by night í Klaksvik
Eitt vakurt summarkvøld
Peningastovnar­nir læna mest út til húsar…
Articon og IRF í felags verkætlan
Grein 52 a fyrispurn­ingur til landsstýri…
Moralska kumpassin
Menningar­kvotur til Sandoynna tað einast…
Ófør at fáa børn, men ikki at hýsa
Verða menningar­kvotur­nar goymdar til val…
4 milliónir døgurðar um dagin!
KÍ havt sína síðstu venjing á hesum gras…
Dropi í lívsins havi
Heilsan – hitt nýggja stættar­stríðið
Nalja spælir á festivali!
Lat okkum menna samstarvið
Skúvoyggin skal ikki skeklast burturúr
Ein ótrúligur “Dropi í lívsins havi”