Lýsing
Lýsing
Lýsing

"So er klárt" - sigur ruddingartoymið frá 92

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.03.2019 - 10:58 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í morgun var vakurt, at møta til fyrsta ruddingardag fyri fótbóltinum, nú KÍ skal hitta arvafíggindan HB á ársins fyrsta dysti. Okkara partur skal ikki liggja eftir, hildu ruddararnir í morgun, tá vøllurin, skýlið og rundan um vøllin var ruddað.

Alexander og Jón Harald vóru har frá kommununi við teirra maskinum. Ísurin og kavin á vøllinum bleiv skjótt ruddað burtur, bæði orsakað av maskinuum og sólini, so hann sær nú út sum ein vakran summardag. Sjálvbodna ruddingartoymið var í morgun samansett at Tummas Lervig, Hans Olav Hansen, Kári Vitales, Maller Jacobsen, Oliver Joensen og Árna Elttør. Kristian Andreasen og Andor Isaksen, ið báðir eru við tá teir eru heima, vóru til skips í morgun, Sonhard Johannesen hoyrir eisini til toymið, men hann er tíðum til arbeiðis sunnudagar á Høvdavirkinum í Leirvík.

Uppi yvir kaffinum bleiv nógv tos um hvør fór at vinna í dag. Vit vóru sjálvandi samdir um, at okkara lið fór at liggja omaná, har var ongin ivi. Um tað var vitið ella trúgvin sum ráddu skal ikki takast støða til her.

Koyr á KÍ

G.G. Í dag fyllir ein fyrrverandi KÍ leikari 50 ár, tað er okkara Harley Bertholdsen!

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…