Lýsing

Lekur ímillum teori og praksis hjá Búskaparráðnum

SKRIVAÐ: Christian Andreasen  |  11.03.2019 - 10:34 Politikkur

Hugstoytt at hoyra nýggja formannin í Búskaparráðnum í KvF: Ikki eitt orð um at landstýrið hevur mist tamarhald á almennu útreiðslunum, sum aldri eru øktar so nógv sum seinastu árini.

Hugstoytt at hoyra nýggja formannin í Búskaparráðnum í KvF: Ikki eitt orð um at landstýrið hevur mist tamarhald á almennu útreiðslunum, sum aldri eru øktar so nógv sum seinastu árini.

Útreiðsluvøksturin hevur havt við sær, at landskassin er vorðin bundin av at útskriva okurs rokningar til okkara høvuðsvinnu. Avgjaldspolitikkurin er blivin skrúvan uttan enda. 
Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at avlopið á fíggjarlógini er ov lítið. Spurdur, hvat hann meinar, dettur úr honum, at avlopið kundi verið 200 mió kr. størri.

Spurdur, hvussu vit náa hægri avlopi, vísti hann á standard receptina hjá búskaparfrøðinginum: “Breiðka inntøkugrundarlagið”, tað sama sum hægri skattir og avgjøld. 
Spurdur nærri um hesi viðurskifti segði hann óbeinleiðis, at hægri gjøld skula leggjast á heimaflotan gjøgnum eina uppboðssølu av fiskirættindum.

Hetta merkir væl sagtans, at fiskidagar nú skulu seljast á uppboðssølu. Endamálið við hesum skal sambært Búskaparráðnum eisini vera at fremja rationaliseringar.
Her loypur ketan av. Samsvar er ikki longur millum teori og praksis.

Formaðurin í Búskaparráðnum tosar um eina uppboðssølu av veiðurættindum við tí endamáli, at minka um talið av aktørum.
Samgongan berjist við at skipa uppboðssøluna við beint mótsattum fortekni, nevniliga, at økja um talið av (nýggjum) aktørum.

Seinasta dømi um hetta er, at kvoturnar í Barentshavinum nú skula seljast á “afturlatnari uppboðssølu”, tí “eftirmetingin hevur víst”, at verandi skipan ikki er hóskandi fyri fiskiskapin í Barentshavinum. 
Meðan politiska endamálið við uppboðssøluni er at fáa fleiri aktørar, tosar formaðurin í Búskaparráðnum um, at endamálið við uppboðssøluni skal verða at rationaliserað fiskiflotan, at avmarka veiðutrýstið og at vit skula hava færri aktørar. Tað vera nakrir taparar, men tað gerst ikki við.

Tað er rætt, at ein frí uppboðssøla av fiskirættindum “uppá marknaðartreytir” vil hava við sær, at vit í longdini fáa munandi færri aktørar í fiskivinnuni og harvið eina uppaftur størri konsentrasjón í fiskivinnuni. 
Hetta er eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin er vaknaður við kaldan dreym og berjist ein vónleysan kamp við at skipa uppboðssølurnar eftir skiftandi leistum, alt fyri at fáa fleiri aktørar inn í skipanina.
Uppboðssøla av fiskirættindum er ónýtilig skipan, ónýtt og ókend í heiminum. Tað eru alt ov fáir keyparar, og nýggir aktørar hava ongan kjans. Royndirnar higartil bera eisini greið boð um hetta.

Skipanin við almennari uppboðssølu av veiðurættindum hevur eisini tað katastrofalu avleiðing, at karmarnir hjá vinnuni gerast ótryggir. Tí verður ongantíð gjørligt hjá nýggjum aktørum at koma framat, og verandi aktørar halda aftur við íløgurm, tí ongin vil fíggja ella gera íløgur í eina fyritøku, sum ikki hevur trygg loyvisviðurskifti. So einfalt er tað. 
Formaðurin fyri Búskaparráðnum átti tí heldur at tikið táttin upp hvørjar royndir føroyska fiskivinnan hevur havt av uppboðssøluni, áðrenn hann mælur til at víðka hesa skipan.

Tað vera altíð tær fríu marknaðarkreftirnar sum stýra gongdini í fiskivinnuni. Fríu marknaðarkreftirnar laga seg eftir teimum kørmum, sum verða løgd. 
Tað er væl kent, at búskaparfrøðingar meta, at rationalisering og effektivisering av fiskivinnuni er treytað av fríari sølu av skipum og fiskirættindum. Flestu búskparfrøðingar mæla til eina skipan við umsetiligum kvotum.

Hetta hevur tó einki við føroyska eksperimentið við uppboðssølu at gera. Sitandi samgonga kallar nevniliga fría umsetligheit fyri “spekulatión, sum má steðgast beinanvegin”. 
Til dømis var tilmælið frá sekønu bygnaðarnevndini, sum bleiv sett fyrst í nítiárunum, tá øll fiskivinnan var farin av knóranum, at vit skulu hava fríar umsetiligar kvotur.

Frí umsetilig skipan av fiskirættindum og skipum hevur eisini eydnast væl her.
Løgtingið broytti fyri 20 árum síðan lógina um vinnuligan fiskiskap, so partar av vinnuni frítt kundu handla skip og rættindi, sum vinnan straks lagaði seg til.

Hesir skipabólkar vórðu rationaliseraðir, komu væl fyri og kastaðu hópin av peningi av sær til alt føroyska samfelagið, føroyingar, land og kommunur.
Tað sama hendi ikki við okkara heimaflota, júst tí stórar forðingar vórðu settar fyri fríari sølu. Skott var ímillum skipabólkar og reiðskap o.t. Hesin partur av fiskivinnuni kom ongantíð fyri seg og hevur verið gloymdur í orðaskiftinum.

Lykilin til endurreisn av høvuðsvinnuni eru royndirnar av umsetiligu skipanini.
Uppboðssølan virkar ikki og eigur tí at verða avtikin. 
Vanligar handils- og búskaparskipanir mugu setast í gildi, so vinnan sjálv fær møguleikar at fremja neyðugar rationaliseringar uttan politiska uppílegging.

Sjálvsagt skal fiskivinnan rinda landskassanum gjøld, men tey mugu vera treytað av tí avkasti, ið vinnan hevur.
Samstundis eiga greiðar anti-trust reglur at vera ásettar, sum kunnu forða, at fiskivinnan verður savnað í ov stórar eindir.

Bara við fríari sølu av skipum og fiskirættindum sleppa nýggir aktørar framat. Tað er soleiðis, at verandi luttakarar eru slopnir inn í føroysku fiskivinnuna.
Tað ber ikki til at lóggeva fleiri aktørar í føroysku fiskivinnuna. Lóggávan skal leggja tryggar karmar, og vinnan síðan hava loyvi at laga seg til hesar.

Christian Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur