Lýsing
Lýsing
Lýsing

V.U.Hammershaimb – vendir sær í grøvini

SKRIVAÐ: Marjus Dam, fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin  |  11.03.2019 - 11:10 Lesarabrøv Mentan

25.marts 2019 eru 200 ár síðan stóri málfrøðingurin  og presturin var borin í heim á Løgmansgarðinum á Steig í Sandavági.

Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin royna nú av øllum alvi at skerja tímarnar í føroyskum, okkara móðurmáli.

Eg undrist stórliga. Nú 200 ára føðingardagurin hjá Hammershaimb er um nakrar dagar, munnu mong halda, at ein skerjing av undirvísing í føroyskum ikki er rætta føðingardagsgávan til Hammershaimb, tíansheldur til føroyska fólkið og allarminst til børnini. Tað er neyðugt at vit verja okkara móðurmál. Tað er neyðugt at tað verður styrkt.

Tað eigur Løgtingið at gera. Hóast Tjóðveldi vil skerja føroyskt undirvísingina.

At føroyska málið sum so mangt annað skal oftast á loysingaraltarinum er at fara ov langt.

Um Kaj Leo kom fram við slíkum uppskoti fyri 4 árum síðani rokni eg við at bæði Tjóðveldi og KVF grótu og illa lótu um hetta snigálop á móðurmálið.

Men nú er merkiliga kvirt.

Tað tykist undarligt. Syrgilig tøgn, nú Tjóðveldi fremur eitt stórálop á okkara kæra móðurmál. Sum vanligt, so listrar Javnaðarflokkurin harraboð frá Tjóðveldisflokkinum og førir knívin í hesum máli.

Latið okkum menna móðurmáli nú VUHammershaimb verður 200 ár.

Tað hevði verið meira passandi.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum