Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen

Eingin KÍ leikari á A-landsliðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.03.2019 - 12:18 Ítrottur Tíðindi

Hesar síðstu dagarnar hava A-landsliðið og U21 landsliðið verið úttikin. KÍ eigur bara ein leikara við.

Á U21 landsliðnum bleiv liðskiparin Jákup B. Andreasen úttikin sum tann einasti frá KÍ. Hyggja vit eftir besta hópinum hjá KÍ, so hava Ólavur Niclasen og Aksel B. Danielsen eisini aldurin, men báðir eru skaddir í løtuni. Á A-landsliðnum er eingin KÍ leikari við. Kristian Joensen hevur verið skaddur í eina tíð, meðan Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen, ið hava verið við fyrr, blivu ov stuttir. Einans 7 leikarar úr heimligu kappingini sluppu við.

 

FSF skrivar soleiðis:

Fyrrapartin mánadagin varð skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Á tíðindafundinum boðaði Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum frá, hvørjir spælararnir eru, ið venjarin hevur úttikið til EM-undankappingardystirnar móti Malta og Rumenia.

 

Tjúgu hava fingið landsliðsboð hesaferð, og av teimum er ein, ið ikki hevur verið partur av A-landsliðnum áður. Talan er um málverjan hjá Skála, Karstin Hansen, sum seinastu tvey árini hevur vart málið hjá U21-landsliðnum.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn

Karstin Hansen, Skála ÍF

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, Ham Kam (Noreg)

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Magnus Egilsson, HB Tórshavn

Gilli R. Sørensen, SK Brann (Noreg)

Sonni Ragnar Nattestad, FC Fredericia (Danmark)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (Ísland)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Brandur H. Olsen, FH (Ísland)

Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (Noreg)

Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)

Árni Frederiksberg, B36 Tórshavn

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)

Jákup L. Thomsen, FH (Ísland)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík

 

Leygardagin 23. mars klokkan 17:00 (føroyska tíð) spæla Malta og Føroyar á Ta’ Qali Stadion í Malta, og týsdagin 26. mars klokkan 19:45 (føroyska tíð) spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulesco Stadion í Cluj í Rumenia.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin