Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen, løgmaður legði í Ólavsøkurøðu sínari í fjør dent á, at ikki alt kann gerast í senn | Mynd: kvf.fo

Tungutala við fleiri tungum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.03.2019 - 17:41 Leiðarin Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Í dag var samferðsluætlanin til aðalorðaskifti á tingi. Okkurt tingfólk tóktist ikki kenna mun á Haraldssundi og Hvannasundi, men lat tað liggja. Meira álvarsom vóru afturvendandi argumentini um, at “alt kann ikki gerast í senn” og at neyðugar samferðsluútbyggingar “hita búskapin”.

Vit hava júst nú verið vitni til tvær risastórar byggiverkætlanir, sum nettupp vórðu gjørdar í senn. H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum fyri 652,6 milliónir og Glasir, sum helst er farið væl upp um 700 milliónir nú, hava staðið í gerð samstundis. Stikk ímóti boðskapinum í løgmansrøðuni á ólavsøku, sum segði, at “alt kann ikki gerast í senn”.

Landsstýrið er tó ikki liðugt við Havnina. Sitandi landsstýri, sum bert hevur knappar 6 mánaðir eftir, ætlar sær at fáa fígging til at gera eitt Tjóðleikhús í Havn fyri 180 milliónir. Her er Landskassans partur “einans” 66,5 mió., skal fyri ein ordans skuld sigast, men fyri búskaparupphitingina telja allar 180 mió. Og samstundis ætlar sama Landsstýri eisini at gera Barnaheim í Hoyvík fyri 85 milliónir.

Tilsamans fýra risaverkætanir í Havn fyri umleið 1,6 milliard, ið verða gjørdar tvær og tvær samstundis. Kann alt nú kortini væl gerast í senn? Og hitar hetta ikki búskapin?

Á Grækarismessu í 1987 (!), tað vil siga fyri júst 32 árum síðani, varð skrivað um uppskot, sum var lagt fyri Løgtingið um at gera 2-sporaðar tunlar á Borðoynni. Dimmalætting bar greinina “Eingin hugsar um vandamiklu tunlarnar á Borðoynni” og sigur, at longu tá vóru teir ótíðarhóskandi og kláraðu ikki nógv øktu ferðsluna. Teir tá 20 og 22-ára gomlu tunlarnir eru í dag 52 og 54 ára gamlir og í sama standi sum í 1987.

Landsverk er eisini púra greitt: Tunlarnir Norður um Fjall áttu at fingið hægstu raðfesting. Tað er nógv tað vandamiklasta strekkið í Føroyum. Men eftir aftursvarinum at døma skulu Norðoyggjar revsast, fyri at Viðareiðistunnilin varð gjørdur í síðsta valskeiðinum. Man kann halda um ta raðfestingina, hvat man vil, men at revsa hundraðtals ósekar borgarar fyri hana við at ignorera ferðslutrygdina hjá teimum er ikki bara ósakligt og óseriøst, tað er beinleiðis ábyrgdarleyst. Og gongur samstundis beint ímóti fakligum tilráðingum, sum Landsstýrið sigur seg vilja fylgja.

Soleiðis tosar Landsstýrið tungutalu við fleiri tungum. Nærum ógjørlig at skilja og sær sjálvum mótsigandi. Tunlar mugu ikki gerast samstundis, tað ber ikki til. Men H-bygningur og Glasir kunnu væl. Tunlar mugu útsetast, tí annars hitar tað búskapin. Men fíggingin til Barnaheim og Tjóðpall í Havn má finnast síðstu krákumánaðirnar av hesum valskeiðinum. Hitar tað ongan búskap? Til Tjóðpallin ætlar Landsstýrið enntá at finna fígging uttanlands. Er útlendskur kapitalur nú brádliga vælkomin?

Mitt í øllum hesum kemur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum og sigur, at almenna yvirskotið uppá umleið 400 milliónir er ov lítið, og at tað tí er neyðugt at krevja meira inn frá fiskivinnuni! Hóast øll búskaparfrøði annars sigur, at í einum hákonjunkturi er tað privata vinnan, ið skal spennast fyri vognin við samfelagshjólunum, ja, so mælir ráðið altso til at tað almenna skal trekkja minst ½ milliard meira enn neyðugt fyri at reka samfelagið, árliga úr vinnulívinum.

Eftir øllum at døma tykist Landsstýrið at halda, at ein íløga í útjaðaranum hitar búskapin meira, enn hvat fýra ferðir so dýrar íløgur í miðstaðarøkinum gera. Og Búskaparráðið mælir Landsstýrinum til at innkrevja meira. Ikki til at gera neyðugar samferðsluábøtur, tó, tær hita jú búskapin. Men bara fyri at hava uppaftur størri yvirskot.

Hóast tey tosa føroyskt, er ikki altíð lætt at skilja fyrisitingina í høvuðsstaðnum ella hennara ráðgevarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur