Lýsing
Lýsing

Jákup Mikkelsen vil hava greið svar frá landsstýrismanninum

SKRIVAÐ: Jákup Mikkelsen  |  12.03.2019 - 11:20 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Klaksvíkar Sjúkrahús hongur nærmast í stjóraloysi, nú rúm tíð er gingin, síðani miðlarnir søgdu frá, at stjórin á Sjúkrahúsinum fyrst í januar mánað hevði vent sær til landsstýrismannin í heilsu- og innlendismálum og biðið um at verða loystur úr starvi.

Síðani tá hevur nærum einki verið at hoyrt frá Sirið Stenberg, landsstýrismanni, um hvussu hon hugsar at takla viðurskiftini, og heldur eingin lýsing eftir nýggjum stjóra er enn sædd frá Sirið.

Tað sýnist sum um, at landsstýrisfólkini eru meira upptikin við onnur ting í samfelagnum, sum tey halda eru meira umráðandi at hugsa um og fáast við, enn at taka sær av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tí eru fólk í Klaksvík og norðoyggjum sum heild farin at kenna seg ótrygg við støðuna, og hvat skal henda við leiðsluni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað er ikki meira enn lítið hálvtannað ár síðan, at landsstýrismaðurin alment boðaði frá, at føroyska sjúkrahúsverkið nú skuldi virka sum ein eind, og at hon hevði tikið avgerð um, at tað framyvir skuldi vera ein leiðsla fyri alt tað føroyska sjúkhúsverkið, og at sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið skuldi verða forstjóri fyri alt.

Tí vil Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú, vegna norðoyingar, hava greitt at vita frá landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stendberg, um hon yvirhøvur ætlar sær at lýsa eftir og seta ein nýggjan stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahús og um starvsheitið hjá viðkomandi yvrihøvur verður ”stjóri”.

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftunum hevur Jákup Mikkelsen sent landsstýrismanninum serligar spurningar eftir grein 52a í Tingskipanini. Sirið Stendberg hevur fingið 14 dagar at svara spurningunum frá Jákup Mikkelsen.

Les fyrispurningin her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin