Lýsing

3 góð ráð til tína næstu røðu

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.03.2019 - 13:46 Tíðindi

"I have a dream", kenda røðan hjá Martin Luther King fer altíð at liva. Sum ein hin besta røðan nakrantíð! Røðan talaði nevniliga til kenslurnar hjá okkum.

Skalt tú hava áhoyraran at taka tína røðu til sín, skalt tú tala til kenslurnar

3 góð ráð til tína talu | Tala til kenslurnar

 

# 1 | Skapa identifikatión

Brúka søgur og dømi, sum tínir áhoyrarar kunnu fyrihalda seg til. Jú nærri dømini eru  teirra  gerandisdegi, jú størri er møguleikin fyri, at tey identifisera seg við tað, tú fortelur. Og tá vit identifisera okkum við okkurt, so koma kenslurnar automatiskt við, og tað fær okkum at handla.

 

# 2 | Verð ítøkilig/ur

Syrg fyri at vera ítøkilig/ur, tá tú brúkar dømi og søgur. Brúka nøvn og sig frá nøkrum umráðandi smálutum, sum persónurin hevur gjørt í søguni. Soleiðis verður tað, sum tú fortelur, meira livandi og tú skapar fleiri myndir á nethinnuni hjá tínum áhoyrarum. Tað styrkir teirra kensluligu innliving í tín boðskap.

 

# 3 | Aktivera sansirnar

Søgur og dømi hava nógv størri møguleika at festa seg og ávirka áhoyrararnar, tá sansirnir verða aktiveraðir. Ikki bara sjónarsansurin, brúka eisini hoyri-, kenslu-, lukti- og smakksansin.

Minnið er tætt knýtt at okkara sansum, og tað er í stóran mun kenslur, vit minnast. Prikar tú til minnir hjá áhoyrarunum, vekir tú kenslur hjá teimum.

Og minst so til, at tað er ikki nakað garanti fyri, at tað, tú sigur, vekir somu kenslur hjá øðrum, sum hjá tær. Ansa tí væl eftir, at velja røttu søgurnar og dømini, sum passa til áhoyraran.

 

Tann 18. og 19. mars skipar Synergi fyri skeiði í retorikki fyri leiðarar
Hetta skeiðið er eitt ekslusivt skeið við framúr eftirmetingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur