Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hjalmar Zachariassen er valevni á lista K. Hann hevur serliga verið sjónligur í mun til at fáa Tunlar norður um Fjall gjørdar. Hjalmar er norðoyingur og av javnaðarætt, so listi C kann missa atkvøður í Norðoyggjum

Løgtingið roynir at avmontera Framtakið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2019 - 16:09 Leiðarin Politikkur

17 undirskriftir eru savnaðar inn fyri at leggja uppskot fram um at loyva medisinskum kannabisi í Føroyum. Hetta hendir bert fáar vikur eftir, at Hallur H. Djurhuus, Arnfinn á Birtuni og Hjalmar Zachariassen lótu 802 undirskriftir inn til Heilsu- og Innlendismálaráðið um at seta á stovn nýggjan politiskan flokk, Lista K: Framtakið fyri rættinum at velja kannabis. Onki er at ivast í, at lógaruppskotið er orsakað av tí.

Norðlýsið skilir á keldum í politisku skipanini, at munandi fleiri enn bert teir 17 neyðugu vóru til reiðar at skriva undir, og at orsøkin er, at tingfólk vilja trekkja tenninar úr Framtakinum við heilt einfalt at geva teimum tað, tey vilja. Sleppur Framtakið ikki inn, kunnu verandi flokkar eisini fyribyrgja, at Framtakið fer í holt við eina glíðibreyt at legalisera kannabis uppaftur meira.

Spurningurin er, um tað ikki er ov seint. Kanska politikararnir ikki hava trúð uppá, at flokkurin fór at fáa tær 800 undirskriftirnar, men um lóguppskotið varð lagt fram áðrenn, so kundu tey helst ávirkað undirskrivararnar til at halda, at tað ikki var neyðugt við einum flokki fyri kannabis. Men nú flokkurin er góðkendur, fer hann neyvan at taka uppstillingina aftur.

Hesin lítli flokkurin hevur staðið í vøkstri síðani. Fyrsti maður á listan aftaná stovnararnar báðar var Hjalmar Zachariassen, ið er ein tann ídnasti talsmaðurin fyri at gera nýggjar Tunlar Norður um Fjall. Fyrsta kvinnan á listanum var Rebekka Vestergaard úr Suðuroy, ið vil arbeiða fyri at bøta um bústaðarneyðina í Føroyum. Og nú er líkt til, at politikararnir hava fingið eyguni upp fyri, at hetta er meira enn ein einkultmálsflokkur í stíl við Miðnámsflokkin á sinni.

Høvuðsorsøkin til reaktiónirnar er uttan iva, at ein veljarakanning herfyri gav Framtakinum eitt umboð. Ikki eitt hvat sum helst umboð, men sjálvan 17. mannin. Sitandi samgonga stóð til at fáa 16, andstøðan 16 og nýggi flokkurin 1. Hetta valskeiðið, vit eru í nú, hevur meira enn nakað annað víst, at tað í eini tíð við sterkt víkjandi floksdisiplin liggur sera stórt vald í tí at vera nummar 17. Fær Framtakið tað mandatið, kann tað í grundini krevja hvat sum helst. Bæði loysn á bústaðarneyðina, tunlar Norður um Fjall og avkriminalisering av kannabis.

Tað er í hesum ljósinum, at etableraðu flokkarnir síggja Framtakið sum eina hóttan. 17. mandatið hevur kostað sitandi samgongu dýrt, og andstøðan hevur sjálvandi eygleitt tað og veit, at eisini hon noyðist at gera dýrar rossahandlar á hvørjum ári fyri at varðveita valdið, skal hon hava tann seytjanda umborð.

Tí er líkt til, at teir verandi politisku flokkarnir hervið eru gingnir saman um at royna at køva Framtakið í føðingini. Við heilt einfalt at lata teirra potentiellu veljararar fáa tað, teir vilja hava, so at tað ikki skal vera neyðugt at velja Framtakið longur.

Um vit fara at síggja líknandi royndir at avmontera Framtakið innan meira kostnaðarmiklu økini so sum viðvíkjandi tunlunum og bústaðarneyðini, kann bara tíðin vísa. Spurningurin er eisini, um Framtakið í heila tikið missir nakað av hesum. Tí avmonteringin kann eisini sláa bakk og siga veljarunum, at tá Framtakið fær sín vilja uttan yvirhøvur at vera á tingi, hvat kann hann so ikki fáa framt við at vera tað?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda