Lýsing
Lýsing
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri | Mynd: runavik.fo

Hálvgum úrskeklað

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  |  14.03.2019 - 07:41 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Stórar hendingar varpa langar skuggar frammanfyri sær, og tað sigst, at myndir kunnu bera í sær ávaringar um tað ið koma skal, veri tað seg av tí ónda ella góða. Hin 5. januar í ár stendur samferðslumálaráðharrin, sum er fyrrverandi og helst komandi borgarstjóri í Tórshavn, umgirdur av eini kjøtrond av fólki, ið visuelt siglað, at tey skulu fáa innkomuvegin til høvuðsstaðin gjørdan fyri astronomiskar upphæddir av almennum peningi og fæi úr almenna partafelagnum, sum fæst við at skjóta tunlar undir føroyska havbotninum. Avtiknu fólkini eru Stein Olvur Petersen, Teitur Samuelsen, Armgarð Steinhólm og Heðin Mortensen.

Hin 16. januar er aftur ein mynd á heimasíðu ráðsins. Hesaferð eru teir avtiknu Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri. Myndin er tikin eftir ein fund í Portugálinum, har einasta avráðingin var, at ein verklagslóg skuldi leggjast fyri Føroya løgting um innkomuvegin – Fjøruvegin – ígjøgnum bygdirnar Runavík, Saltangará og Glyvrar. Í báðum førum snýr tað seg um infrastruktuellar avleiðingar av Eysturoyartunlinum.

Samferðslumálaráðið boðar í egnum tíðindaskrivi frá, at: “Fjøruvegurin hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunan hevur bygt nakað av vegnum fram við fjøruni, so hvørt tørvur og játtan hevur verið til tað. Í 2019 játtar landið 4 mió. kr. til at projektera Fjøruvegin, og alt er tikið við í verklagslógina.“ Verklagslógin var einasta ítøkiliga úrslitið av fundinum, men greitt var, at finnast skuldi fram til hvør tørvurin var á fíggjarfæi til verkætlanina, sum Runavíkar kommuna í stóran mun hevur fingið frá hondini, so lítil sum áhugin hevur verið fyri málinum yvirhøvur frá almennari síðu.

Runavíkar kommuna hoyrdi ongantíð eitt kis aftur frá Samferðslumálaráðnum. Ikki fyrrenn verklagslógin um innkomuvegin kom á tingborð.

Stórt ritverk er gjørt um ætlanina, og varð hon borin løgtings- og landsstýrismonnum hin 1. august 2018. Samferðslumálaráðið fekk hana harumframt sendandi, - saman við einari skrivligari umbøn um at fáa fund í lag um málið. Tað kvøtti ikki úr ráðnum – deyðatøgn – ikki so frægt at váttað varð fyri móttøku. Eftir at løgmaður hevði varpað floksfelagan av rókini og sett seg sjálvan á samferðslutaburettina, ringdi ein embætismaður og spurdi um Runavíkar kommuna hevði sent ráðnum nakran post seinastu trý árini, og var tað hent, um vit tá kundu ómaka okkum at varpa teimum postin av nýggjum, tí av heilt órannsakiligum orsøkum var inngangandi posturin horvin sum døgg fyri sól. Hetta varð játtað, og vit sendu ráðnum alt tilfarið av nýggjum.

Nú fekst um ikki annað samband millum partarnar, - bara løgmanni, Høgna og Poul fyri at takka. Heðini so vant liggur hann ikki á boðunum, og honum fyri at takka er ein verklagslóg hóast alt komin niðan í tingið, harvið hevur málið flutt seg frá ongum til eina verklagslóg, ið er mest átøk einum dekningsleysum kekki á 35 milliónir krónur og sum heimilar, at ein landsvegur verður gjørdur framvið fjøruni her í økinum. Sagt verður í viðmerkingunum, at Landsverk og Samferðslumálaráðið hava gjørt lógaruppskotið um Fjøruvegin í felag. Við hesum staðfestir landsstýrismaðurin, at Runavíkar kommuna als ikki hevur verið ein partur av øðrum í hesum máli, enn tað at fáa eina verklagslóg til vega. Annað var ikki væntandi, táið Landsverk eftir øllum at døma hevur tikið yvir og stjórnað pennaskaftinum. Í viðmerkingunum verður eisini sagt, at 2,5 mió. kr. vóru settar av á løgtingsfíggjarlógini í 2018 og aðrar 4 mió. kr. í 2019. Síðani staðfestir landsstýrismaðurin, at ongin peningur verður játtaður til Fjøruvegin næstu árini. Harvið er hetta ongin loysn. Eitt Potemkin-uppskot, ætlað til at kyrra við heldur enn at fremja nakað, í einum álvaramáli.

At Landsverk hartil framheldur, í nývorpnu Samferðsluætlanini 2018-2030, at hendan sama loysnin fer at kosta 60-120 mió. kr., ja, tað sigur bara alt um politiska og landsfakliga illviljan í málinum.

Løgtingsmál no. 142/2018 – Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík - verður tikið upp til 1. viðgerð á Føroya løgtingi í dag - sambært dagsskránni. Landsverk, ið hevur gjørt alt tað sum stendur í teirra valdi fyri at skjóta málið niður, men kortini við makt varð togað til borðið av Heðini, hevur gjørt eina frágreiðing, sum lítið og onki høpi er í, - har er alt foykt burtur, sum fakliga dugnalig fólk hava virkað við í fleiri ár eftirhondini, og Landsverksins fíggjarligu metingar, teirra spísskompetansa sum vituligt er, nýliga komin til sjóndar í Glasir-katastrofuni, liggja í minsta lagi hundrað milliónir krónur skeivu megin veruleikan. So óprofessionelt er hetta hartil handfarið, at stóra frágreiðingin, ið Runavíkar kommuna tók stig til, og sum gjørd var um verkætlanina, ikki slapp við sum fylgiskjal í løgtingsmálinum.

Nógv varð rópt um líkheitsprinsippir, táið tosað var um innkomuvegirnar báðumegin við Eysturoyartunnilin, - tingmenn, serliga útlagnir á lokalari atkvøðuveiði, stóðu á herðunum á hvørjum øðrum og svóru hesi heilagu meginreglu trygdareið, men alt bendir nú á, at Loki og Tór standa á hvør sínari rók í mun til politiska vælsignilsið, ið nú seyrar frá radiatorunum í Tinganesi.

Fyrrverandi og komandi borgarstjórin í høvuðsstaðnum fær nú innkomuvegin Hvítanesmegin gjørdan saman við Tunnilsfelagnum og Landsverki, samstundis sum Landsverk í tingmálinum hevur sprongt innkomuvegin við Skálafjørðin í stumpar og stykkir.

Allar munnligar avtalur í málinum, eisini tær við landsins politisku framherjar, eru álaðar sundur av sitandi landsstýri, og eftir situr ein býur við sínum egna kommunala vegakervi, sum skal svølgja einum nógv øktum ferðslutíttleika, tað ber nóg illa til sum er, harvið sær samferðsluliga framtíðin kaotisk út her í økinum, um onnur tiltøk ikki verða sett í verk.

Tekur sitandi stjórn landsins ikki betri partar fyri seg í hesum málinum, fáa vit ikki gjørt annað enn at bíða eftir einum skjótum løgtingsvali, einum stjórnarskifti og einari stjórn, sum um ikki annað megnar at lyfta eyguni upp um bøgarðarnar í høvuðsstaðnum.

Og sum megnar at fáa verklagslógina hjá Heðini á rættkjøl aftur. Sum støðan nú er vorðin er Runavíkar kommuna meiri enn hálvgum úrskeklað, táið tað snýr seg um undirstøðukervið til ein landstunnil, sum við bummgjaldi skal gjalda seg sjálvan og Sandoyartunnilin aftur til lánveitararnar, sum hava tikið treytaleyst veð í hesum, at Føroyar í afturgjaldingartíðini eru ein eiðsvorin partur av hinum danska Eindarstatinum.

At borgararnir í Runavíkar kommunu einsamallir skulu gjalda ein part av tunnilsætlanini, sum verandi verklagslóg leggur upp til, kann ikki góðtakast tíansheldur virðast. Vónandi fer viðgerðin í dag at varpa langar skuggar fyri betran og broyting, sum setur okkara borgarar javnbjóðis við aðrar borgarar í landinum.

Góða viðgerð.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…