Lýsing
Lýsing
Tilgjørd mynd við fjósinum innsett til vinstru í myndini | Mynd: nes.fo

Prestagarðsfjós á Nesi endurskapast sum savnsbygningur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.03.2019 - 09:04 Mentan Tíðindaskriv

200 ár eru liðin, síðani V. U. Hammershaimb, próstur og málfaðir, var borin í heim. Føðingardagurin verður hátíðarhildin við einum tiltaki á Nesi leygardagin 23. mars. Samstundis fara fyrireikararnir at avdúka eina verkætlan, sum hevur til endamáls at endurskapa táverandi fjósið við Gamla Prestagarðin sum ein nútíðar savnsbygning.

Prestasetrið á Nesi er sera søguríkt og var í øldir ein miðdepil, eitt savningarstað, bæði andaliga, handaliga, mentanarliga, sosialt og politiskt. Í Føroya kirkju- og prestasøgu man lítil ivi vera um, at Nes er søguríkasta staðið, tá hugsað verður um tíðina eftir trúbótina.

Tá Venceslaus Ulricus Hammershaimb í 1862 varð innsettur sum prestur á Nesi, gjørdist honum beinanvegin greitt, at táverandi prestagarður var í so vánaligum standi, at neyðugt var at byggja ein nýggjan. Longu árið eftir í 1863 kundi familjan flyta inn í prestagarðin, ið vit nú nevna Gamla Prestagarð, sum Fornminnisavnið í Nes kommunu í dag rekur sum bygdasavn. Tað er Bygdasavnið í Nes kommunu, sum eigur prestagarðin.

Nes var ikki bara kirkju- og mentanardepil við lít. Her var eisini stórt jarðarbrúk, tí 20 merkur í jørð hoyrdu til prestaembætið, umframt náðinsgarðin á Torkilsheyggi og Garðshorn í Oyndarfirði. Fjósið omanfyri sethúsini var stórt, út við 40 alin langt, ið svarar til 25 metrar. Í fjósinum stóðu 20 mjólkineyt, og hoyggjhúsið tók 12 kúfóður.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin 25. mars hjá okkara málfaðiri, presti og prósti, V. U. Hammershaimb, verður skipað fyri áhugaverdum føðingardagshaldi á Nesi leygardagn 23. mars. Tiltakið byrjar í Nes kirkju klokkan 16, har Jákup Reinert Hansen, lektari og guðfrøðingur, fer at greiða frá lívinum hjá Hammershaimb sum presti. Síðani fer Ólavur Magnussen, lærari og søgukønur, at greina prestagarðssøguna á Nesi, sum forfedrar hansara vóru ein týðandi partur av. Eisini verður tónleikur framførdur í kirkjuni hendan dagin.

Eftir fyrilestrarnar í Nes kirkju verður farið oman í Gamla Prestagarð, har millum onnur trý langabbabørn hjá V. U. Hammershaimb luttaka. Umframt at koma við eini ættarkvøðu, fara tey at handa savninum forkunnuga gávu.

Síðani Hammershaimb í 1878 flutti til Danmarkar hava níggju sóknarprestar verið á prestagarðinum. Tann síðsti flutti út í 1975. Seinasti prósturin, sum búði á Nesi, var Fríðrikur Petersen ættaður úr Saltnesi.

Ein arbeiðsbókur undir Fornminnisfelagnum í Nes kommunu hevur seinasta árið arbeitt við møguleikanum fyri at endurskapa fjósið og seta tað inn í ein nútíðar karm við teimum hentleikum og møguleikum, sum ein slíkur bygningur eigur at hava í dag. Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður av Josefinu Jacobsen, forkvinnu í Fornminnisfelagnum, Jóhannusi Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, og Kára Mikkelsen, journalisti og samskiftisráðgeva, heitti á J. P. Gregoriussen, arkitekt, um at gera uppskot til nýggja savnsbygningin.

Í sambandi við 200 ára føðingardagin verður uppskotið um at endurskapa fjósið sum savnsbygning almannakunngjørt við eini framløgu í Gamla Prestagarði. Talan er um ein spennandi bygning á stødd við táverandi fjósið, sum verður slakar 400 fermetrar til støddar, við millum annað framsýningarhølum, forhøll, matstovu, verkstaði og skrivstovuhøli hjá Fornminnisfelagnum.

Neyva skráin fyri tiltakið á Nesi leygardagin 23. mars kann síggjast á www.nes.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…