Lýsing
Lýsing

Ein stór tónleikauppliving í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.03.2019 - 11:31 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var ein sera stór tónleikalig uppliving, áhoyrarnir fingu frá teimum báðum, Michalu Petri á blokkfloytu og Ólavi Jacobsen á gittara í gjárkvøldið.

Flestu munnu vita, at Michala er kend fyri sín virositet á blokkfloytu um allan heim. Hon byrjaði sum lítil genta á spæla á blokkfloytu og hevur arbeitt seg upp til ein tann kendasta blokkfloytuleikaran í heiminum. 

Ólavur hinvegin, er okkara egni stóri og stórsti gittarsnillingur. Saman góvu tey okkum eina uppliving á hægsta internationala støði, í ótrúliga umhvørvinum í Christianskirkjuni, sum bert kann koma fyri har.

"Omma Ludvík" gjørdi ikki upplivingina verri og harafturat var hugaligt at hoyra samanspælið hjá teimum báðum við næmingarnar úr okkara Tónlistaskúla.

Takk fyri eina ógloymandi konsert. Niðanfyri er skráin fyri kvøldið:

---

Jacob van Eyck: 1590 - 1657: Variationer fyri sopranblokfloytu solo

Harra Gud títt dýra navn og æra - Michala Petri saman viď næmingum frá Klaksvíkar Tònlistaskùla

Leo Brouwer: guitar solo

Carl Scheindienst: uml. 1800: Variationer yvir "Gestern Abend" fyri Sopraninoblokfloytu og Guitar

Astor Piazzolla: 1921 - 1992: Cafe 1930 fyri tenorblokfloytu og guitar.

Variationer yvir “Mads Doss” for sopraninoblokfløjte solo.

Diego Ortiz: 1510 - 1570: Ricercare nr. 2 fyri blokfloytu og guitar.

Blokfløjte: Michala Petri
Guitar: Olavur Jakobsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…