Lýsing
Lýsing

Góðar tíðir merktu úrslitið hjá Betri Banka í 2018

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.03.2019 - 11:38 Tíðindaskriv Vinna

Úrslitið hjá Betri Banka eftir skatt fyri 2018 gjørdist 96,5 mió.kr. Úrslitið er í stóran mun ávirkað av góðu tíðunum í Føroyum.

“Vit fegnast um, at útlánini øktust góð 10% í fjør. Vøksturin hevur verið bæði á privatlánum og vinnulánum. Á øllum deildum kring landið hava vit upplivað øktan eftirspurning eftir fíggingum,” sigur Jean Djurhuus, forstjóri.

Sum SIFI-peningastovnur er væntandi, at Betri Banki fer at fáa munandi herd myndugleikakrøv til kapital og solvens. Hóast bankin er millum tryggastu peningastovnar í ríkinum, er talan um krøv, sum hava avbjóðingar við sær, bæði tá talan er um lønsemi og krøv til kapital. Økt kapitalkrøv føra til, at tað verður dýrari at reka bankan. “Vit fara tó at arbeiða fyri, at hesi krøv í minst møguligan mun fara at ávirka okkara kundar,” sigur Jean Djurhuus.

Rentustøðið er lágt og hevur verið tað í nógv ár. Betri Banki roynir áhaldandi at halda útlánsrenturnar kappingarførar við rentustøðið í Føroyum og í grannalondunum.

Kundarnir eiga Betri, og stórur dentur verður lagdur á at menna tænastuna til kundan í samtakinum. Í 2018 gjørdi Betri umfatandi kundanøgdsemiskanning, har fleiri enn 5000 kundar vórðu spurdir. Kanningin gevur neyva vitan um tørvin hjá kundunum, og bankin fer at arbeiða miðvíst við hesum fyri at menna tænasturnar.

Betri Banki hevur í árinum keypt 24,7 % av partapeninginum í Suðuroyar Sparikassa. “Betri Banki virkar einans í Føroyum, og tí var tað upplagt at taka av, tá vit fingu hendan møguleikan,” sigur Jean Djurhuus.

 

 

Betri Banki væntar eitt úrslit áðrenn skatt í 2019 millum 40 og 70 mió.kr.

 

Árið í stuttum

Ársúrslitið: 96,5 mió. kr.
Úrslitið áðrenn skatt: 117,0 mió. kr.
Afturførdar niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn: 54,0 mió. kr.
Úrslitið áðrenn skatt, javnan av kapitalpørtum og niðurskrivingum: 60,7 mió. kr.
Fíggjarstøðan javnvigar við 9.542 mió. kr.
Útlán: 6.163 mió. kr.
Innlán: 7.650 mió. kr.
Yvirdekningur í mun til lógarkravda gjaldførið er 214,1 %
Solvensurin við árslok er 26,5%

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing