Lýsing
Lýsing
Lýsing
Glottar av bláum lofti síggjast ímillum skaddur og fjallaskýggj. | Mynd: Undirritaði

Eitt brúgvalag við regni og vátaslettingi…

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.03.2019 - 13:43 Tíðindi Veðrið

…fer framvið Føroyum í dag… . So segði Solby í tíðindasendingi í útvarpinum í morgun. Hvat er so eitt brúgvalag? Havi fingið spurningin ofta.

Brúgvalag eitur ein frontur á fakmáli, og tað er har sum heit og køld luft trýsta á hvørja aðra. Har sum heit og kalt møtast, er skýggjað, og tað kann eisini vera avfall – regn, vátakavi ella kavi. Tað velst um hitan.

Hitin í luftini yvir Føroyum í morgun var um 4 stig. Samstundis var hitini í luftini sunnan fyri Ísland 6-7 stig, og hon hon trýsti luftina yvir Føroyum eystureftir. Har sum hesar luftnøgdir møttust – t.e. í brúgvalagnum, var skýggjað, og í løtum fyrrapartin í dag regnaði.

Eftir at brúgvalagið er farið framvið, er turrari og klárari. Okkurt ælið, ið tó ikki hevur nakað við brúgvalagið at gera.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund