Lýsing
Lýsing
Lýsing
Yvirfriðingarnevndin raðfestur náttúruatlit fram um vinnuatlit | Mynd: koks.fo

Koks missir møguliga staðsetingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2019 - 17:57 Mentan Tíðindi Vinna

Norðlýsið skilir, at Yvirfriðingarnevndin hevur vent tumlinum niður til matstovuna Koks, hvat viðvíkir at brúka økið við Gjónna til sítt framhaldandi virksemi.

Matstovan Koks hevur verið nógv meira enn ein sólskinssøga. Hon hevur verið ein sensatión. Koks hevur gjørt tað ómøguliga og fingið eina Michelinstjørnu til Føroya, og tá hildu fólk at tað var tað størsta sum bar til.

Men enn einaferð gjørdi hon tað ógjørliga og vann sær sjálvari og Føroyum enn eina stjørnu. Høvuðskokkurin á Koks hevur somuleiðis fingið framúr útmerkilsir fyri sína matgerð. Norðlýsið kundi, sum einasti føroyski miðil, bera frálíku tíðindini úr salinum í Tónleikahúsinum í Århus tann 18 februar.

Men øll ævintýr fáa ein enda, og trøini vaksa ikki inn í himmalin. Nú frættist, at Yvirfriðingarnevndin hevur valt at ganga ímóti umsókn frá Koks um framhaldandi virksemi við Gjónna. Hesi tíðindini eru enn so fesk, at tað ikki er greitt enn, júst hvat hetta inniber, men fylgt verður við málinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark