Lýsing

Stjørnan tók ikki av

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.03.2019 - 21:04 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað sá ikki gott út hjá Stjørnuni, tá farið varð til hálvleiks í dystinum ímóti Neistanum í kvøld. Hálvleiksstøðan var 17-9 til Neistan.

Neistin kom væl frá byrjan og kom á odda 4-0. Stjørnuleikarnir høvdu trupult við at fóta sær, spælið hekk als ikki saman, hvørki í verju ella álopi.

Venjarin hjá Stjørnuni man hava tosið við stórum stavum í hálvleikinum, tí tað var eitt hamskift stjørnulið sum kom á vøllin til seinna hálvleiki. Serliga var tað verjan sum stóð væl. Tá leiktir vóru 19 minuttir av seinna hálvleiki, hevði Neistin bert fingið eitt mál, meðan Stjørnan hesa løtuna hevði skorað fimm ferir. Stjørnan hevði fleiri upplagdar møguleikar til at minka enn meira um munin, men tær tóku ikki av, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 24-20 til Neistan.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Mina Sirdal 6, Sonja Sirdal 6, Tóra Eliasen 3, Katrin Bertholdsen 3, Óluva A. Joensen 1 og Marið Heimustovu 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúvadals­húsið egið elverk
Kølið og ælaveður í dag
Uppstillingarfundur og hugni
Takk til Sambands­flokkin fyri sera jalig…
Norð­oyastevnu­framsýningin 2019
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum