Lýsing
Lýsing
Lýsing

Novo Nordisk skal verða hjartaliga vælkomið til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Elsebeth M. Gunnleygsdóttur  |  14.03.2019 - 21:23 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Vil hervið heita á Sirið Stenberg um sum skjótast at fara í dialog við Novo Nordisk Grunnin um diabetesviðgerðir og bygging av einari diabetesmiðstøð í Føroyum.   

Novo Nordisk Grunnurin hevur bjóðað seg fram til samstarv við føroyska heilsuverkið. Teir hava ætlanir um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Hetta kunnu og skulu vit ikki lata fara afturvið borðinum. Her er talan um íløgur fyri hundrað tals milliónir í Føroyum, peningur, sum kemur úr útlandinum.

Tað er ein stórur fyrimunur  fyri allar 3000 diabetessjúklingarnar í Føroyum um ætlanin hjá Novo Nordisk gerst veruleiki. Tað er týdningarmikið fyri teir at fáa eina so stóra vitannarmiðstøð í nærumhvørvinum.

Eina miðstøð, sum teir heilt vist kunnu fáa gagn av.

Tað hevur somuleiðis stóran týdning fyri Føroyar sum heild at fáa eina so stóra og sterka fyritøku sum Novo Nordisk at gera íløgur í Føroyum. Íløgur í samband við upplýsing, fyribyrging, gransking og viðgerð innan diabetes.

Vit hava sera nógv dugnalig starvsfólk í heilsuverki okkara. Væl útbúgvin starvsfólk, sum við hesi íløguni hjá  Novo Nordisk kundu fingið nýggjar og spennandi avbjóðingar. Nýggj spennandi størv innan gransking.

Hetta hevði ført Føroyar longur fram á pallin  innan vitan og gransking á heilsuøkinum. Vitan, sum sjúklingar høvdu fingið gleði og gagn av.

Novo Nordisk skal verða hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar at gera íløgur
Eg vóni inniliga, at Novo Nordisk kemur til Føroyar at gera hesar stóru íløgurnar. Eg vil eisini bjóða fyritøkuni at vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar.

Um, ella tá  Novo Nordisk kemur til Føroyar, so verður talan um ein nýggjan stovn, eina nýggja fyritøku.   

Í hesum førinum verður tí ikki talan um nakran stovn, sum skal flytast úr einum staði til eitt annað stað í Føroyum.  Vit hava eina væl útbygda samferðslu og eru framvegis í ferð við at útbyggja samferðsluna fyri milliardir. Eisini hava vit eitt væl útbygt internet. Tí kunnu stovnar leggjast nógvastaðni. Á tann hátt fáa borgarar runt landið størst nyttu burturúr øktu samferðsluni. Tað er umráðandi at okkara fólk  fær góð og spennandi arbeiðir, har tey búgva og liva. Soleiðis fáa vit eitt fjølbroytt land.

Sirið, set teg í samband aftur við Novo Nordisk og fá hesi tingini uppá pláss.

Jú fyrr, jú betri.  

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…