Lýsing
Lýsing

Opið bræv

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.03.2019 - 13:30 Politikkur Tíðindaskriv

Høvuðssamstarvsnevndin (HSN) fyri Sjúkrahúsverk Føroya (SF), undantikið ovasta leiðsla, hevur á fundi í dag viðgjørt brátt íkomnu støðuna nú, sjúkraverksstjórin, Jóanis Erik Køtlum (JEK), brádliga segði seg úr starvinum.

Vit undrast á, at samstundis, sum sjúkrahúsverkstjórin sigur, at orsøkin til uppsøgnina er vantandi samskifti við HiMr, so kennist landsstýriskvinnan ikki við hesar trupulleikar.

Í HSN hava vit undir leiðslu av JEK upplivað eitt mennandi, gevandi og professionelt samstarv, sum hevur breitt seg gjøgnum alt sjúkrahúsverkið, millum sjúkrahús, deplar, deildir, fakbólkar og starvsfólk.

Saman við samlaðu sjúkrahúsverksstjórnini og ovastu leiðsluni hevur JEK frá fyrsta degi virkað fyri góðum samarbeiði og harvið øktum trivnaði millum starvsfólk í SF.

Nevndu almennu útsagnir týða uppá samstarvstrupulleikar millum HiMR og SF. Við støði í tí, vit longu hava skrivað, hava vit torført við at skilja, hví hesir samstarvstrupulleikar hava verið millum nú fyrrverandi sjúkraverkssjóran og HiMR, tí síðan JEK tók við stjóra- starvinum í SF, hava vit starvsfólk upplivað vaksandi góðan trivna, har JEK á ein visioneran hátt hevur boðað frá empatiskum leiðsluhátti, sum hann beinanvegin vísti í verki, tá hann tók við starvinum.

Øll starvsfólk í visión JEK’s - frá stjórn og út í ytsta lið í bygnaðinum skuldu kunna koma til orðanna og hava møguleika fyri ávirkan.

Okkara varhugi er, at hugurin og arbeiðsgleðin á SF eru munandi vaksin, síðan JEK tók við sum sjúkrahúsverksstjóri. Menta virksemið í høvuðssamstarvsnevndini og 9 lokalar virknar samstarvsnevndir í SF eru dømi um tað arbeiði, ið longu er sett í gongd, til tess at fremja samstarv á øllum stigum í SF.

Nógvar avbjóðingar standast av at leggja trý sjúkrahús saman. Hetta er ein stór verkætlan, sum vit sjálvandi ikki endaliga kunnu røkka eftir einum ári. Samanleggingin av sjúkra- húsunum hevur higartil gingið væl, ikki minst tí, at leiðslan við JEK á odda hevur megnað at fáa tann boðskapin fram, at við jaligum samstarvi koma vit øll styrkt úr eini samanlegging.

Tá JEK vísir á, at hann upplivir tvørrandi samskifti við HiMR, og saknar stuðul og virðing frá tí politiska og tí fyrisitingarliga, eru vit sannførd um, at hann ikki tekur hetta úr ongum.

Vit vilja tí staðiliga heita á landsstýriskvinnuna um at hoyra fyrrverandi stjóran og taka hansara útsagnir í størsta álvara, hetta fyri at koma nærri kjarnuni av tí trupulleika, sum er orsøkin til, at okkara stjóri hevur sagt seg úr starvi.

Við heilsan

Høvuðssamstarvsnevndin Sjúkrahúsverk Føroya Fundarluttakarar:

Óluva Poulsen, næstforkvinna

Svend Erik Saxov

Jórun Simonsen
Lív Østerø
Jónvør Olsen
Kasper Kyhl
Heidi á Høvdanum

Annika Magnussen
Eydna Iversen Lindenskov

Bjarki Ellefsen

Elin Jensen
Jóan Símun Saltá

Skrivari: Óli Arge

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing