Lýsing
Lýsing

Parkinsonfelagið við nýggjari heimasíðu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  15.03.2019 - 14:04 Tíðindaskriv Tíðindi

Parkinsonfelagið hevur saman við Qodio ment eina nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni eru tíðindi frá felagnum og kunning um sjúkuna.

Parkinsonfelagið arbeiðir fyri: 

- at  betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við

- at stuðla teimun í felag og einsæris

- at veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum

- at veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúkuni

- at luttaka í norðurlenskum og altjóða samstarvi

 

Á heimasíðuni hava vit eisini leikjur til ymiskt áhugavert tilfar og tíðindi um parkinson úr grannalondunum.

Eisini er filmar sum serliga venda sær til børn og avvarandi hjá fólki sum hava parkinson at finna á síðuni.

Parkinsonfelagið hevur umleið 150 limir og 120 føroyingar hava parkinson. Alt arbeiði í felagnum verður gjørt sjálvboðið og virksemið hjá felagnum verður fíggja við limagjaldi og stuðli.

Parkinson felagið hevur ein grunn, sum stuðlar gransking innan parkinson og eisini stuðlar heilsustarvsfólki, sum ynskja at útbúgva seg innan parkinson.

Heimasíða felagsins: www.parkinson.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðamanna­skip í havsneyð
Veiðigjøld­ini helst av ongum
Christianskirkjan bjóðar morgunmat
Hesir byrja móti Malta í kvøld
Enn er eitt sindur av vindi
Høgni Hoydal hóttir feðgarnar á Norðlýsi…
SEV velur ikki ta skilagóðu loysnina fyr…
Bindibloggan – Majken Hammer - Tráðurin
Kjósan: Ársins ferða­vinnu­fólk, Ársins ný…
Seta tiltøk í verk fyri at minka um plas…
Føroyingar søkja um limaskap í WorldSkil…
KÍ kvinnur­nar spæla toppdyst móti ÍF/­Vík…
Versnandi viðurskift­ini millum NATO og R…
Norðoya Sparikassi 14,2 milliónir í avlo…
Veðrið í dag - dagført
Norð­oyingar­nir í samgonguni formenn
Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um hei…
Afturlatin uppboðssøla á Vørn tann 21. m…
Hvat vil tú hava: písk ella gularót?
Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarf…
Lýsing