Lýsing

VistGrøði havt aðalfund

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.03.2019 - 20:30 Tíðindi

VistGrøði bjóðaði til árligan aðalfund fyri limum og øðrum áhugaðum tann 26. februar 2019. VistGrøði er eitt áhuga–og limafelag, ið byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinaliga, heilsugóða og sosialt rættvísa matskipan.

VistGrøði selur vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt, umframt útvaldar føroyskar matvørur. Endamálið við at selja í leysari vekt er at minka um matvøruoyðsl og umhvørvisdálkandi pakkitilfar, umframt at stuðla føroyskari framleiðslu.

Á aðalfundinum greiddi kvinnan handan hugskotið at stovna VistGrøði, Borghild Á Fløghamri, frá, hvussu hon saman við Martin á Fløghamri menti hugskotið og um gongdina fram til tað í 2017 varð stovnað sum eitt áhugafelag við limum. Síðani varð greitt frá gongdini hjá felagnum sambært skrá og viðtøkum og fagnaður var um, at talið av limum er í støðugum vøkstri. Í løtuni eru 450 limir í VistGrøði. Hetta vísir, at alsamt fleiri føroyingar ynskja at keypa umhvørvisvinarligar vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt.

Talið av limum er serliga vaksið síðani handilin hjá VistGrøði læt upp í Tróndargøtu 53 í Havn síðsta summar. Handilin hevur havt opið tveir dagar um vikuna, men á aðalfundinum var viðtikið, at handilin eisini fer at hava opið 1 leygardag um mánaðin. Alt arbeiði í VistGrøði er sjálvboðið. Tað eru fólkini í nevndini og eldhugaðir limir, sum starvast í VistGrøði. Á fundinum varð eisini viðtikið, at limagjaldið ikki verður broytt. Limagjaldið er 100 kr. árliga.

Onkrar broytingar vóru í nevndini hjá VistGrøði. Ingilín D. Strøm varð vald í nevndina, meðan Haldis Johnsdóttir Carlsson tók seg úr nevndini, men kortini bleiv verandi eykalimur. Annika Bolton Mortensen tók seg úr nevndini. Durita Muller Thomsen, Claudia Bjarnastein og Fríða Hansen vóru valdar í ein arbeiðsbólk at arbeiða saman við verandi eykalimum.

Í nevndini hja VistGrøði sita nú:

Borghild Á Fløghamri, Martin Á Fløghamri og Ingilín D. Strøm. Eykalimir eru Sanna Andrassardóttir Dahl, Haldis Johnsdóttir Carlsson. Arbeiðsbólkur: Durita Muller Thomsen, Claudia Bjarnastein og Fríða Hansen. Nevndin fer at skipa seg á næsta fundi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vilja broyta nøkur konkret ting
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnublaðið kemur mikudagin
Það er nauðsynlegt að sigla, en ekki nau…
Politikarar kappaðust í egningarskúri­num…
KÍ fekk stig í Sørvági
9 ár síðan Roysningu­rin Ári, vitjaði
Sonja kann bjarga Tjóðveldis­flokkinum
Sambands­flokku­rin aftur á Fólkating
Fríggja­dagin hitti borgar­stjó­rin borgars…
Rukkulakkin á Norð­oyastevnu
Jørgen lýsir fyrstu 20 dagarnar hjá Heði…
Hjálpar­fólk til Føroya størsta heilsutil…
#400 er klar til at opjusteres
Tveir KÍ-leikarar á U21-lands­liðnum
Vælkomin Seglskip
Javnaðar­flokku­rin vil skapa ítøkilig úrs…
4.300 vitjaðu Atlantic Fair
Bjørn Kalsø stillar ikki upp til Fólkati…
Kykmynd: Sáttmálin longdur