Lýsing
Lýsing

Kraddarin – ein ótrúligur leikur og pallur

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  16.03.2019 - 08:25 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ber til at umskapa eitt stórt og rátt lagurrúm úr betongi og til ein nútíðar pall til framførslu av sjónleiki við øllum hugsandi hentleikum - eftir bert trimum vikum?

Nakað soleiðis mundi tann fyri mong ómøguliga áheitanin ljóða, tá fólkini handan Klaksvíkar Sjónleikarfelag settu sær fyri at framføra leikin ”Kraddarin” í Spinnarínum í Klaksvík.

Talan er um ein stóran og gamlan bygning, sum seinastu árini eru settur í stand til at hýsa ymiskum mentanarligum tiltøkum og til onnur høvi, eitt nú brúdleyp, Torradagar og krúnprinsavitjan.

Men hvussu mundi ovara hæddin í hesum stóra bygningi egna seg sum pall? Ber til at framføra ein barnaleik undir slíkum umstøðum?

Klaksvíkar Sjónleikarafelagið hevði valt at fara undir venjing av hesum leikinum, sum Súsanna Tórgarð og Birita Mohr skrivaðu á sinni. Og jú, - tann útselda frumframførslan í kvøld, fríggjakvøldið 15. mars 2019, prógvaði til fulnar:

- at lív er í Klaksvíkar Sjónleikarfelagi

- at í felagnum finnast hópin av yngri leikarum

- at hesi leikarar eisini megna at framføra ein stuttan, men tó krevjandi leik

- at leikstjórin, saman við monnunum handan ljóð og ljós, seyming av búnum og einum hópi av øðrum hjálparfólkum vístu til fulnar, hvat eitt slíkt breitt samstarv kann føra til!

 

Og ikki minst, at teir báðir, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck, ið stóðu fyri pallsmíðinum veruliga megnaðu at umskapa eina heila høll, tí rúmið er sera stórt við betongveggum, til ein sera væl virkandi og framúr væl úr hondum greiddan pall – fleiri ymsar pallar, sum spældu saman til eina heild.


At so pallurin, við síni 23 metrar breidd, man vera størsti leikpallur í Føroyum, ger bara søguna um tann horvna stakkin uppaftur meiri serstaka.

 

Drigin við 

Tú fornemmar tað longu, tá tú á fyrsta sinni trínur inn í stóra og breiða pallin: Her er alt gjørt til tess at áhoyrarin skal fáa eitt gott kvøld í einum spennandi ævintýrheimi.

Við einum ótrúligum hegni, og við stórum eldhuga hava menn stríðst í dagar og nætur við at skapa karmarnar kring henda leikin.
Her var ikki talan um at ein kundi brúka gamlar pallmyndir ella leiktjøld. Nei, alt mátti gerast frá botni av, tí í veruleikanum var bert eitt her frammanundan: Eitt stór og tómt lagurrúm.
Breiddin og hæddin í hesum rúmi var tó eingin forðan fyri teir, ið stóðu fyri pallsmíði, ljóði og ljósi. Teir eru allir dugnaligir á sínum øki, men at fáa áskoðaran so drignan við í leikin er ikki hvørt mans føri.
Ringt er í orðum at greiða frá hesum, tí hetta má bara upplivast. Men tað er eingin ivi um, at ein skal leita leingi eftir meiri sigandi og betri pallsmíði enn hetta.

 

Ljós og ljóð 

Tað er týðiligt at merkja, at teir hava hugsað um hvønn einasta smálut, tó uttan at hava gloymt ta stóru myndina. Aftrat stórum arbeiði við ljóssetingini bygdi pallurin ómetaliga væl undir tann partin, sum leikarararnir skuldu fylla út. Viðheftu myndunum lýsa eina lítla hóming av tí stóra og væleydnaða arbeiði, sum er lagt í alt hetta.

Tað sum myndirnar ikki vísa eins væl er, hvussu leikurin er hugsaður inn í Spinnaríið. Eitt stórt arbeiði er lagt í at doyva ljóðið niður, og hóast tvær stórar súlur vóru mitt á gólvinum, so forðaðu teir ikki leikgongdini, men vóru nettupp tiknir uppí sjálvan leikin. Vórku eitt slag av skilarúmi millum ymsu pallarnar ella leikøkini. Sjálvt ein ónýtt elevator-skakt er partur av leikinum!

Eitt annað ótrúligt í hesum sambandi var, hvussu væl tað eydnaðist at snýta áskoðaran, tá tað stóra veitsluborðið var dekkað. Her vóru áskoðararnir tiknir á bóli, tí – hetta borðið høvdu tey ikki sæð áður í leikinum. Men borðið vísti seg at vera handan eitt tjald, men við serligari ljósseting fekk tað at standa mitt á pallinum.

 

Hjálp frá áskoðarunum 

Um leikararnar kann stutt sigast, at teir komu sera væl frá uppgávuni – bæði høvuðsleikarin, Noomi Brend og øll hini, ið vóru á palli.

Týðiligt er, at leikstjórin, Aðalbjørg Linklett við sínum ídni og tresti hevur fingið tað allarbesta úr hvørjum einstøkum leikara. At hon so eisini hevur verið heppin at hava báðar pallmenninar, Hjálmar og Nikolaj aftrat sær sum hjálparfólk, gjørdi bara sítt til at leikurin eydnaðist so stak væl – og tað mektiskt at tey høvdu givið sær sera góða tíð at hjúkla um allar smálutirnar.

Longu frá fyrstu løtu av var linjan løgd við at leikararnir ynsktu at fáa hjálp frá áskoðarunum. Teir vóru beinanvegin bidnir um at stuðla Fívlinum at rópa ta røttu ramsuna, soleiðis at hann kundi fáa hjálp. Áskoðararnir livdu væl við í leikinum, og  av og á komu eisini viðmerkingar haðani til leikararnar.

Alt í alt má sigast, at í kvøld “bestóð” Spinnaríið royndina sum sjónleikarhøli til UG. Leikararnir tað sama sína roynd á pallinum. Og øll upplivingin er av slíkum slagi, at fólk saktans kunnu fara til leikin meiri enn ta einu ferðina!

Takk fyri eina framúr leik-uppliving, og stuttligt at tað júst var á loftinum á Spinnarínum, gott at Spinnaríið aftur er komið til heiður og æru!

 

 

 

Leikarar:

Fívilin: Noomi Brend

Kraddarin: Hans Hjalti Skaale

Vaktarfólk: Ingun Nord Olsen og Anna Lovisa Mýri

Nykurin: Lív Hanusardóttir Kjølbro

Gumpa: Sára Skarðenni

Gnisa: Sigrið Mikkjalsdóttir

Trøll: Karla Hansen og Snæbjørg Gustavsdóttir

Veðrurin: Rakul Ellebye Kjølbro

Lomb: Maria Rasmussen og Tóra Bjørk Sigurðsdóttir

Ravnurin: Adelborg Linklett
Frásøgufólk: Adelborg Linklett

 

Leikrit: Súsanna Tórgarð og Birita Mohr

Leikstjóri: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Hjálparleikstjórar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Pallmynd og -smíð: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam

Búnar: Durita Joensen

Tøkni: Kristian Danbjørg Heinesen
Hjálparfólk: Liljan Eysturdal Køtlum og Høgni Louisson Poulsen

Studio-upptøkur: Mikkjal Hvannastein

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin