Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat verður gjaldið í Eysturoyartunlinum?

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  16.03.2019 - 18:06 Lesarabrøv Vinna

Nú er holið úr Havn inn í Eysturoynna nærum sprongt ígjøgnum, og skjótt verður koyrandi eftir nýggum vegi millum Havnina og Eysturoy. Men tá skal eisini farast undir at gjalda milliardir til teirra, sum hava fíggja. Spurningurin er tí nú, hvat tunnilsgjaldið verður? Holið kostar meira enn tvífalt kostnaðin av Vága- og Norðoyatunlunum. Prísurin øll tey fyrstu árini í teimum báðum tunlunum var 160 krónur pr. túr fyri ein persónbil. Hetta svarar til, at gjaldið í Eysturoyartunlinum verður umleið 350 krónur pr. túr fyri hvønn persónbil. Neyvan verður tað so høgt, men tað er órímiligt, ja, órættvíst, um gjaldið ikki verður tað sama sum tað var í Vága- og Norðoyatunlunum øll tey fyrstu árini. Ein stórur partur av fólki helt tá, at tað var nátúrligt at tey, sum koyrdu gjøgnum teir núverandi undirsjóvartunlarnar, rindaðu henda prísin.

Nakað annað er so nýtslan av Eysturoyartunlinum, hvør kemur at koyra ígjøgnum hann? Eitt kann man rokna við, at nógv ferðsla verður støðugt eftir núverandi vegi norður gjøgnum Sundalagið, ikki bara tí, at har verða færri akfør. Hugsa vit um norðingar, sum ferðast til og frá flogvøllinum, ella vágafólk, sum skulu til Klaksvíkar ella inn í Eysturoynna, verður neyvan fyrst koyrt til Havnar, har at rindað tunnilsgjald, fyri síðan at renna seg í ein ferðslupropp í Runavík.

Einasta, sum kann fora fyri hesum, er, sum ein norðingur tók til, at bummgjald verður sett við brúnnað um Streymin, fyri at fora bilum at koyra tann vegin.

Men nú fáa vit at síggja.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar