Lýsing
Lýsing
Lýsing
á myndini eru tað frá vinstru: Hjalmar Augustinussen, fráfarandi skrivari, Lena Danielsen, varalimur, Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur, Noomi Reinert, forkvinna, Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna, Jákup Dahl Wardum, nevndarlimur, og Rakul í Gerðinum, varalimur. Hilmar Joensen, kassameistari, vantar á myndini.

Føroyskur áhugaleikur fleiri enn 10.000 áskoðarar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  17.03.2019 - 13:38 Mentan Tíðindaskriv

Leygardagin 16. mars hevði MáF aðalfund í hølunum hjá Dramaverkstaðnum. Tey, ið hava mannað nevndina seinastu setuna eru Noomi Reinert, forkvinna, Ann Mari J. Midjord, Jákup Dahl Wardum, Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna, og Hilmar Joensen, kassameistari. Tey bæði síðst nevndu stóðu fyri vali á aðalfundinum. Bæði vóru sinnað at halda fram sum nevndarlimir og eingin annar var í uppskoti. Sostatt heldur nevndin fram. Tveir eykalimir vórðu valdir á aðalfundinum; tað eru Lena Danielsen og Rakul í Gerðinum. Eisini takkaði Hjalmar Augustinussen fyri seg, nú hann hevur sitið sum skrivari hjá MáF, meðan fasti skrivarin, Ingun Christensen, hevur verið í farloyvi.

Áhugaleikurin hevur staðið í blóma kring landið seinastu tíðina. Framførslurnar hava verið nógvar og fjølbroyttar, og somikið sum 10.553 fólk hava sæð leikir hjá ymsu feløgunum. Í farna leikárinum hava skemtileikir og stevnuteiti, men eisini meiri álvarsamir leikir, stórslignar uppsetingar og barnaleikir verið á skránni hjá limafeløgunum í MáF.

Innan áhugaleik rúmast allir aldursbólkar, alt frá børnum og ungum til vaksin og 67+. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu mong ár feløgini innan áhugaleik hava á baki. Nevnast kann, at Havnar sjónleikarafelag hátíðarhelt í fjør 100 ára stovningardag og Dramaverkstaðið bleiv 20 ár, og tað hevur sett sín dám á teirra leikár. Nýggjasta felagið er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg við stórum uppsetingum í SALT í farna ári. Í Nólsoy hava tey hugsavnað seg um Ovastevnuteitið, meðan Klaksvíkar sjónleikarafelag og Losjan/Glotti hava lagt seg eftir at bjóða eina góða blanding av skemti og álvara í sínum framførslum.

Limafeløgini í Meginfelag áhugaleikara Føroya eru: Havnar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Sjónleikarafelagið Glotti, Dramaverkstaðið, Ungmannafelagið Royndin, Bygdarfelagið Eydnan, Suðuroyar Sjónleikarafelag og Ungmannafelagið Virkið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…