Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Stór uppliving á Spinnarínum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Ein fegin áskoðari  |  17.03.2019 - 13:40 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

Ringurin er vorðin ein stakkur. Vit eru eitt sindur í Ringenes herre. Ímynda tær at veðrið hvørvur, at tað ongantíð verður summar, vár og heyst aftur, men bara vetur. Tað er søgan! Stakkurin, ið tryggjar árstíðirnar, verður stolin av tí ónda Kraddaranum. Fitta og blíða Fívilin má út at leita eftir stakkinum, og hon fær hjálp frá fittum trøllum o.ø., men verður eisini hótt á vegnum tá hon skal út at leita eftir, og bjarga stakkinum.

Á loftinum í  Spinnarínum, ið annars er ætlað til bátasavn v.m., hevur KlaksvíkarSjónleikarafelag sett ein barnaleik upp. Frumframførsla var fríggjakvøldið 15. Mars, og her er nakað at gleða seg til! Barnaleikur verður sagt. Javel, men sum so ofta við barnaleikum, so er boðskapurin sanniliga eisini til vaksin. Leikritið til Kraddaran eiga Súsanna Tórgarð og Birita Mohr. Pallsmíðið standa teir báðir Nicolaj Falck og Hjálmar Dam fyri. Aðalbjørg Linklett og omman Adelborg, standa fyri ávíkavist leikstjórn og frásøgu.

Pallsmíð og nýtslan av risastóra rúminum er eitt upplivilsi í sær sjálvum. Her upplivir tú størsta pall nakrantíð í Føroyum, nevniliga longdina eystur/vestur á loftinum á Spinnarínum, einar 23 metrar. Hesir risa karmar verða væl útnyttaðar við ljósi, ljóði og stórum uppstillingum av ymiskum slag. Tað er sum at vera við í leikinum, tá ein situr tætt at øllum hendingunum, og leikararnir samskifta við áskoðaran. Næstan gandakent.

Søgan og leikgongdin er greið og tema’ið ”tað ónda og tað góða” verður væl lýst.  Allir leikarar eiga rós uppiborið, men kanska skal nevnast at Noomi Brend og Hans Hjalti eru frálík í teirra høvuðsleiklutum. Eg sat millum vaksin fólk og tey vóru minst líka spent og hugtikin sum børnini.

Vónandi fara skúlar og barnagarðar runt um í landinum at bíleggja sær pláss. Her er gjørt nógv burturúr. Eg vóni at so nógvir føroyingar sum gjørligt fáa hesa uppliving.

EIN FEGIN ÁSKOÐARI

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin