Lýsing
Lýsing
Lýsing

6 ár uttan tap í Sarpugerði

SKRIVAÐ: Txt: Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen  |  17.03.2019 - 18:40 Ítrottur Tíðindi

Víkingur var kanska betra liðið í einum málríkum javnleiki seinnapartin.

KÍ byrjaði heldur óvæntað í einari 3-4-3 leikskipan, har Takuya Matsunaga og Simen Sandmæl spældu sentralt á miðvøllinum, meðan Jákup B. Andreasen spældi sum vinstri miðverji. Hjá Víkingi byrjaði Dion Splidt ístaðin fyri Filip Djordjevic.

 


Víkingur átti tað mesta í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki var Víkingur oftari nær við. 3-4 ferðir var nær við, meðan Jóannes K. Danielsen fekk størsta KÍ møguleikan. Men mál kom einki. Sum heild var ikki nógv sum hekk saman hjá KÍ frameftir vøllinum í fyrra hálvleiki, sum var nakað tamur.

 

KÍ kom aftur hvørjaferð

KÍ byrjaði betri í seinna hálvleiki, men eftir eini 10-12 minuttir tók Víkingur yvir aftur og legði stórt trýst á KÍ nakrar minuttir áðrenn 1-0 málið kom, sum Sølvi Vatnhamar skoraði eftir hornasparksstøðu. Eftir hetta tók KÍ yvir aftur og eftir einari løtu var 1-1, tá dagsins besta álop endaði við, at Patrik Johannesen spældi Jóannes Bjartalíð leysan sum skoraði. Men skjótt var aftur galið. KÍ gjørdi nógv fríspørk gjøgnum dystin og uppá eitt av hesum skoraði Víkingur, tá Heðin Hansen skoraði eftir innlegg. Men KÍ vísti aftur mentala styrki og svaraði aftur fyri aðru ferð. M.a. bleiv leikskipanin broytt til meira kendu 4-4-2 leikskipanina, har innskifti Jonn Johannessen fekk hornaspark og uppá hetta skoraði Deni Pavlovic eftir KÍ trýst frammanfyri málinum. Síðsta korterið kom eingin heilt stórur málmøguleiki og mest spenta støðan var, tá Víkingar vildu hava reytt kort til Deni Pavlovic, tá hann feldi Adeshina Lawal. Eiler Rasmussen, dómari, valdi at geva gult kort. 2-2 gjørdist úrslitið. Tað merkir eisini, at KÍ ikki hevur tapt ein útidyst móti Víkingi síðani 2013 ella í seks ár.

 


Tveir javnleikir í truplum dystum

Hyggja vit samanlagt eftir dagsins dysti, so hevði Víkingur fleiri vandamiklar støður og var kanska eitt vet betri. Men KÍ kom væl aftur tvær ferðir í seinna hálvleiki og fekk eitt stig úr Sarpugerði, har tað neyvan vera nógv lið, sum vinna í ár. KÍ við rímiliga nýggjum liði hevur sostatt fingið tveir javnleikir móti tveimum topp 5 liðum, og tað er í sær sjálvum á einari leið. Nú koma heilt øðrvísi uppgávur hjá KÍ, tá mótstøðuliðini eru EB/Streymur og ÍF, har KÍ helst fær uppgávuna í nógv størri mun at skapa dystirnar, og tí kemur landsliðssteðgurin kanska væl við. Tá økist trýstið eisini, tí í slíkum dystum er einki annað enn trý stig gott nokk. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…