Lýsing
Lýsing
Jákup B er eitt av ísfiskalínuskipunum, ið bíðja eftir at sleppa til Íslands at royna | Mynd: David Russel

Føroyska fiskivinnan fingið verri kor hetta valskeiðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2019 - 10:17 Leiðarin Politikkur Vinna

Fiskivinnunýskipanin og førdi fiskipolitikkurin annars hevur ikki gjørt, at tann føroyska fiskivinnan hevur fingið betri kor og umstøður, enn hon hevði áðrenn. Í fleiri førum eru umstøðurnar vorðnar verri.

Onki er at frætta frá samráðingunum við Ísland, var fámælta svarið frá fiskimálaráðharranum um, hvussu gekst við fiskiveiðiavtalu við Ísland. Hann kundi sostatt ikki siga, nær føroyingar sleppa at fiska í íslendskum sjógvi, tíansheldur hvønn týdning tað fór at fáa fyri føroyska línuflotan. Tað einasta fiskimálaráðharrin fekst at siga var, at har “var samband millum partarnar”.

 

Óvissa í øllum lutum

Lýst er við 4 afturlatnum uppboðssølum, har luttakararnir ikki vita, hvørjum teir bjóða ímóti og hvussu nógv hesir bjóða. Hervið verður neyðugt at geva boð í blindum. Serliga rakar hetta Barentshavsflotan. Hoyringarpartarnir hava mælt frá hesum leistinum at skipa uppboðssøluna uppá, men Fiskimálaráðið hevur ikki lurtað eftir argumentunum.

Menningarkvoturnar virkaðu sera illa í fjør, og einans 17% vórðu fiskaðar. Onkrar fingu ávaringar, aðrar fingu undantaksloyvi, ein bleiv tikin aftur, og fleiri verða landaðar í øðrum økjum enn teimum, tær vórðu latnar til. Kortini varð farið í holt við at lýsa eftir uppaftur fleiri menningarkvotuumsøkjarum í ár, og samstundis er ætlanin at forbjóða almennum innliti í tær. Hetta hevur fingið fleiri at halda, at okkurt gongur fyri seg, sum ikki tolir dagsins ljós. Í hvussu er er hetta ikki álitisvekjandi á skipanina.

Fyri tann størsta partin av fiskivinnuni, sokallaðu “grandfathering”-rættindini, valdar eisini óvissa, her um veiðigjøldini. Tey vórðu fyrstu ferð løgd fram í november í 2017, men komu ikki aftur úr nevnd fyrrenn tingið fór til hús. Síðani vórðu tey løgd fram – óbroytt – einaferð afturat á heysti í 2018. Tá noktaði vinnunevndarforkvinnan Bjørt Samuelsen blankt at viðgera uppskotið.

 

Veiðigjøldini á triðja sinni

Nú verður so roynt á triðja sinni, og hesaferð skal uppskotið ikki vera so víðfevnt sum áðrenn. Vinnan er innstillað uppá at rinda eitt ávíst gjald, og ger tað longu nú í formi av gomlu kilogjøldunum, ið vórðu innførd í undanfarna valskeiði. Snávingarsteinurin hevur verið, at fiskimálaráðharrin ynskir eitt sera høgt gjald, meðan Løgtingið, herundir eisini samgongutingfólk, ikki hava viljað latið hann fingið sín vilja.

Ein broyting er, at nakað er ruddað upp í tingmanningini. Kristin Michelsen er endaliga blakaður úr Javnaðarflokkinum og samgonguni. Sonja Jógvansdóttir er farin uppí ein samgonguflokk og noyðist tí at atkvøða saman við honum. Og Magni Laksáfoss tykist hava tikið avgerð um at verða samgongustuðul. Tískil telur samgongan nú 17 íroknað sín stuðul, so møguleiki er fyri at fáa tað trumfað ígjøgnum hesaferð.

Spurningurin er bara, hvussu nógv tað nyttar at trumla nakað ígjøgnum við smalast møguliga meiriluta. Kilogjøldini eru samtykt fyri alt 2019, og val skal vera í ár. Tískil kann ein nýggj samgonga bara seta veiðigjøldini úr aftur gildi, áðrenn tey yvirhøvur byrja, um hon er ónøgd við tey.

Tað versta fyri vinnuna er tann stóra óvissan. Tað er torført at reka vinnulív í londum, har tann politiska skipanin er so óstabil, sum tann í Føroyum er.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…