Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsert við ársins kvinnuliga sangara

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 10:17 Mentan Tíðindaskriv

Á FMA 2019 var Jasmin útnevnd til ársins kvinnuliga sangara. Fríggjakvøldið 22.mars upptrakkar hon við bólki sínum í Spaniastovu.

Ongin ivi man vera um at JASMIN er tað mest spennandi unga navnið á føroyska tónleikapallinum.

Jasmin Mote hevur í fleiri ár verið frammi sum ein av okkara dugnaligastu ungu sangarum. Í 2017 vann hon Sement, og á FMA 2019  varð hon útnenvd til ársins kvinnuliga sangara.
Ummælararnir í Kvørnini hava eisini kalla JASMIN fyri nýggja føroyska stjørnuskotið.

Síðan síðsta ár eru fleiri løg komin út við JASMIN, og tey gerast alsamt betri og betri umtókt. Tónleikurin er egin, livandi og vælsvingandi alternativur poppur, ið fer beint í kroppin. Løgini ''Baby Blue'', ''Make Sense'' og nú eisini ''Remember'' eru tráspæld í útvarpinum og vísa at tey eru komin sera langt og teljast nú ímillum bestu føroysku tónleikaupplivingar.
Tað er tí við spenningi at vit bjóða JASMIN á pallin og ivast ikki í at Spaniastova fer at svinga til teirra tónar.


Bólkurin er mannaður við
Jamsin Mode, sang, Vinjar Egilsnes Petersen, synthar, Bergur Fonsdal Johannesen, bass+samplara, Harald Fonsdal Johannesen, trummir+trummipad.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…