Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimsins besti svimjari til Vágs

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 00:45 Ítrottur Tíðindaskriv

Í apríl fær Vágur og Páls Høll forkunnuga vitjan, tá heimsins besti kvinnuligi svimjari Katinka Hosszú úr Ungarn kemur til Vágs á venjingarlegu.

Katinku Hosszú vann á OL 2016 í Rio de Janeiro gull í 100 rygg umframt í 200 og 400 blandað, og sum hartil millum annað vann gull í 400 blandað á HM í Rom í 2009, á HM í Barcelona í 2013, á HM í Kazan í 2015, og á HM í Budapest í 2017.

Katinka eigur heimsmetini í 200 og 400 blandað á langgeil og á stuttgeil, umframt heimsmetini í 100 og 200 rygg á stuttgeil.

Tilsamans hevur hon vunnið 3 OL-gull og 1 silvur, 7 HM-gull, 1 silvur og 5 bronsur, umframt m.a. 17 gull á HM á stuttgeil, 14 á EM og 16 á EM á stuttgeil, ella 57 gull á hesum størstu svimjistevnum í heiminum.

Vit eru sera stólt um at heimsins besti svimjari kemur til Vágs á venjingarlegu og gleða okkum sjálvsagt, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Vit eru fullgreið um, at vit hava framúr góðar umstøður til venjingarlegur í Páls Høll og í nærumhvørvinum er alt, sum skal til, fyri at ítróttafólk kunnu hugsavna seg um sína venjing og fyrireiking til komandi kappingar, sigur borgarstjórin. -Og leggur afturat, at við einari heimsstjørnu á venjingarlegu í Vági, so vænta vit eisini, at hetta fer at føra við sær, at enn fleiri fara at koma til Vágs á venjingarlegu í Páls Høll. 

Katinka Husszú er onnur heimsstjørnan, umframt lokala Pál Joensen, sum hevur verið á venjingarlegu í Páls Høll. Í juni 2017 var litavska svimjistjørnan Rūta Meilutytė á venjingarlegu í Páls Høll og stutt eftir vann hon dupult gull til EM.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB