Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bill spyr um uppboðssølurnar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 13:07 Politikkur Tíðindaskriv

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum

 

1.     Hví selir landsstýrismaðurin ein part av rættindunum á afturlatnari uppboðssølu?

2.     Hvat væntar landsstýrismaðurin at fáa burturúr afturlatnari uppboðssølu, sum hann ikki fær burturúr opnari uppboðssølu?

3.     Hvør fær fyrimun av afturlatnari uppboðssølu?

4.     Hvaðani er fyrimyndin fyri afturlatnari uppboðssølu?

5.     Hvørjar eru royndirnar higartil av áður hildnum afturlatnum uppboðssølum?

 

Landsstýrismaðurin hevur lýst kunngerð um uppboðssølu fyri 2019. Enn einaferð fer kunnger landsstýrismaðurin, at ein partur av rættindunum skal seljast á afturlatnari uppboðssølu. Eftir at lógin um fyrisiting av sjófeingi varð samtykt, hevur hugtakið “afturlatin uppboðssøla” vunnið sær veg inn í fyrisitingina av lógini. Vinnan mótmælir øll sum hon er. Fleiri undrast yvir, at landsstýrismaðurin ikki lurtar eftir vinnuni, táið bæði tey í vinnuni, sum kunnu hugsast at hava fyrimun av opnari uppboðssølu, og tey, sum ikki kunnu hugsast at hava fyrimun av opnari uppboðssølu, mótmæla. Landsstýrismaðurin hevur ikki greitt nóg væl frá veruligu orsøkunum til, at ein partur skal seljast á afturlatnari uppboðssølu.

 

Bill Justinussen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund