Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jørgen spyr um Landsbankan

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2019 - 15:41 Politikkur Tíðindaskriv

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýrismann Viðvíkjandi missvísandi upplýsingum frá Landsbankanum

 

1. Góðtekur landsstýriskvinnan, at Landsbankin varpar missvísandi upplýsingar til almenningin?

2. Ætlar landsstýriskvinnan aftur at lata Gjaldstovuni uppgávuna at útskriva lánsbrøv fyri landskassan.

3. Hvussu nógv kostar nýsetti samskiftisráðgevin (framleiðarin av tíðindaskrivum) hjá Landsbankanum um árið.

 

Viðmerkingar

Nýstovnaði landsbankin hevur sett samskiftisráðgevara til at senda tíðindaskiv út. Mánadagin kom eitt slíkt skriv, sum er missvísandi.

Í tíðindaskrivinum frá Landsbankanum verður sagt, at rentan er metlág og landskassin fær ágóðan. Hetta er rætt, men Landsbankin sigur einki um, at einastu lánini, sum nýstovnaði Landsbankin hevur tikið, eru meir enn tvífalt so dýr, sum lánini, sum Gjaldsstovan stóð fyri at taka áriðframmanundan.

Landið fær gjaldføri við at útskriva lánsbrøv, sum vanliga hava verið fyri 3-5 ár. Tað merkir, at lánsbrøvini skulu endurfíggjast. Rentan hevur verið lækkandi, so landið hevur spart rentir, so hvørt lánini eru endurfíggja. Rentan, sum var omanfyri 3% fyri 7 árum síðan, er lækkað hvørt ár.

Tá Gjaldstovan í 2016 endurfíggjaði 1,35 mia. kr. kom rentan niður á 0.5%. Men so verður Landsbankin endurstovnaður. Í 2017 boða tey frá, at umráðandi er at taka eitt langtíðarlán, fyri at fáa lága rentu á lánsbrøvunum. 450 mió. kr verða tiknar í 15 ára longum láni, har Landsbankin góðtók at rinda 1,81% í rentu. So útskriva tey lánsbrøv upp á 550 mió. Kr.

Nú skuldi rentan lækka samb. Landsbankanum, men gakk. Rentan á lánsbrøvunum var 0,59%, tvs hægri enn Gjaldsstovan megnaði árið fyri. Hetta merkir, at fyri hesa milliardina, sum Landsbankin hevur tikið í láni, verður rentan ímeðal 1,14%. Tað er meira enn tvífalt so høg renta, sum Gjaldsstovan kundi læna fyri árið fyri.

Hesar upplýsingar velur Landsbankin at dylja.

 

18. Mars 2019 Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar