Lýsing
Lýsing

Ríkisveitingin bjargar 14. september-samgonguni

SKRIVAÐ: Zacharias Bech  |  21.03.2019 - 07:03 Lesarabrøv Politikkur

Tá ein situr framman fyri sjónvarpinum og hyggur og lurtar eftir tingfundum, er tað ymiskt, sum ein bítur merki í frá teimum ymisku røðarunum.

Fyri nakað síðan kom ein røðari inn á tann pening, sum føroyska samfelagið fær úr hinum partinum av ríkinum, nevnliga Danmark.

 

Hetta fekk eina tingkvinnu úr Tjóðveldi at reisast úr sessinum við eini viðmerking um, at tann peninguri, sum kom úr Danmark, bert var ein evarska lítil partur av tí samlaða føroyska búskapinum.

 

Hvussu stórur er so hesin evarska lítli parturin?

 

Sum er fáa vit 640 mió. kr. árliga úr Danmark, beinleiðis inn á føroysku fíggjarlógina.

 

Harafturat koma aðrar vegir einar 400 mió. kr. á fíggjarlógina - fyri ein stóran part, sum skattir og avgjøld. Um vit seta tað lágt, geva hesir skattir og avgjøld einar 160 mió. kr. í inntøku, so tann samlaði parturin verður einar 800 mió. kr. árliga til inntøkusíðuna á fíggjarlógini.

 

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, hevur, fyri at vísa á, hvussu ábyrgdarfull henda samgongan hevur verið í fíggjarmálum, fleiri ferðir av tingsins røðarapalli sagt, at tey seinastu trý árini hevur landskassin havt eitt avlop uppá 1 mia. kr.

 

Fyri nøkrum døgum síðan kom so sjálvur løgmaður við einari metan, at avlopið hetta valskeiðið fór at verða einar 1,5 mia. kr.

 

Vit kunnu eisini koma við eini metan um, at hann hevur tikið í so rívan til, men at avlopið, tá allar rokningar koma fram og tá uppgjørt verður, er tódnað niður í 1,2 mia. kr. hetta valskeiðið.

 

Siga vit, at landskassin í hesi 4 árini fer at fáa umleið 800 mió. kr. av donskum peningi árliga, verður hetta 3,2 mia. kr. hetta valskeiðið.

 

Leggja vit so saman og trekkja frá, hevði hallið, uttan danskan pening, verðið 2 mia. kr.

 

Hevur Tjóðveldi, sum í næstan 4 ár hevur umsitið fíggjarmál, ikki tosa um ein sjálvberandi búskap?

 

Eg veit væl, at Tjóðveldi ongantíð hevur góðtikið henda danska pening, uttan tann partin, sum fellur niður í egnar lummar.

 

Fyri ella ímóti hesum danska peningi, so er hetta ein veruleiki, sum vit liva undir í dag, og veruleikan kanst tú ikki fornokta.

 

Tá so Tjóðveldi ferð eftir ferð rósar sær av, hvussu væl tað hevur gingið fíggjarliga undir teirra leiðslu, man hetta samstundis vera ein tigandi tøkk til Sambandsflokkin, sum við sínum politikki um at varðveita ríkisfelagsskapin, hevur gjørt, at hallið hetta valskeiðið ikki verður 2 mia. kr.

 

Ríkisfelagsskapurin, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, er ikki bara peningur. Man tað ikki vera so, at hesin gevur okkum so stórt frælsi, sum neyvan nakað fólk í heiminum hevur, og sum mong mugu misunna okkum.

 

Við byrjan av hesum valskeiði, fyri at vísa at teir tora, frysti Tjóðveldi ríkisveitingina, so at henda ikki kemur at hækka.

 

Men um tað frystir so hart, sum teir ynskja sær, so hevur Tjóðveldi ongantíð tora, myndaliga sæð, at fara longur út á ísin, enn at teir altíð eru vísir í at grynna, av ræðslu fyri, at ísurin ikki fer at bera teir.

 

Zacharias Bech

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…